Lýsing
Lýsing
Lýsing
Svend Sivertsen, arkitektur og stjóri á Fuglark, hevur nógv gott at siga um nýggja miðbýin, sum m.a. fer at umfata Húsarhaldsskúlan | Mynd: Egin mynd.

Drúgvt arbeiði liggur aftan fyri tann livandi miðbý sum nú verður bygdur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 14:54 Mentan Tíðindi

- Eitt høvuðsmál við miðbýarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu er at skapa best møguligar fortreytir fyri einum miðbýi, har lív og trivnaður eru í hásæti, og eg má siga, at Klaksvíkar býráð hevur gjørt sær stóran ómak og hevur gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði til tess at hetta mál skal røkkast, sigur Svend Sivertsen, arkitektur og stjóri hjá Fuglark, sum í nógv ár hevur fylgt hesi tilgongd við áhuga.

Svend greiðir frá,  at tað hevur verið ein drúgv tilgongd at byggja miðbýin í Klaksvík. Ein tilgond, sum stórt arbeiði er lagt í, har nógv hugskot og ynski hava verið frammi síðan fyrstu miðbýarætlanina frá 1988.

Útgongdsstøðið er kappingin frá 2012

- Á vári í 2009 varð í Klaksvíkar kommunu skotið upp at kanna politiska viljan at arbeiða við endurskoðan av býarskipanini við útgangsstøði í einum uppskoti frá Archibald Black við fylgibólki.

Byggi- og býarskipanarbólkurin tók fyri ein part undir við umrødda uppskoti og metti tað at vera væl egnað sum útgangsstøði í einari hugskots- ella arkitektakapping.

- Í 2012 útskrivaði Klaksvíkar kommuna, saman við Arkitektafelag Føroya, eina almenna hugskotskapping um miðøkið í Klaksvík.

- Endamálið var at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum. Nýggju hugskotini skuldu nýtast til at skipa ein miðbý fyri Klaksvík við nýggjum bústøðum, handilslívi, skrivstovuvirksemi, almennum stovnum, uppihaldsøkjum og tí, sum hoyrir til ein miðbý við tænastum til borgaran.

Lærustovnar stóran týdning fyri býarumhvørvi

- Tað var avgerandi fyri Klaksvíkar kommunu at fáa eina sterka menningarætlan, har høvuðsskipanin kann standa føst, sjálvt um ynski um byggiøki og byggislag broytast, samstundis sum tað ber til hjá dagligu umsitingini at standa fyri hesum.

- Heilt fá uppskot gjørdu hesa avbjóðing til eitt høvuðsmál, sum sæst aftur í skipanini av økinum.

Tey bestu uppskotini skiltu, hvønn týdning tað hevur at síggja komandi og verandi umstøður og bygningar sum samskipandi partar í heildini – ikki bara sum arkitektoniskar byggingar, men sum ein møguleika at draga at sær nýtt virksemi, ið kann gera hugsjónina um ”ein livandi bý” til veruleika, sigur Svend Sivertsen.

- Henda hugsjón er væl í tráð við hugsjónina hjá kenda arkitektinum Sir Ebenezer Howard, urban arkitekt (1850-1928), stovnari av “garden city movement”. Howard vísir á, at lærustovnar, mentanarstovnar og fyrisiting hava stóran týdning fyri tign og virksemi í býarumhvørvinum.

- Av teimum 154 innkomnu uppskotunum varð peikað á uppskotið hjá heimskenda arkitektavirkinum “Henning Larsens tegnestue” (HLT), við Ósbjørn Jacobsen á odda, sum besta uppskot.


Framkomið og umhvørvisvinarligt

- So skjótt lógarverkið var klárt, varð fari undir at gera undirkervið til býin. Talan er um eitt tað mest framkomna og umhvørvisvinarliga undirkervið í heiminum. Hetta er ein fortreyt fyri, at tað ber til at gera lendi, bryggjur, torg, vegir, gøtur, brúgvar, ljós og bygningar eftir samtykta uppskotinum um miðbýin.

- Við støði í hesum uppskotinum gjørdi Klaksvíkar kommuna, saman við  HLT, í 2015 ein designmanual sum leiðbeining fyri  snið og virksemi í miðbýnum.

- Í mun til spurningin um staðsetingina av Húsarhaldsskúla Føroya í miðbýnum í Klaksvík kunnu vit sostatt staðfesta, at hon er fult í tráð við løgdu miðbýarætlanina, sum er samtykt av Klaksvíkar býráð eftir eitt drúgt og víðfevnt fyrireikingararbeiði, staðfestir Svend Sivertsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…