Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útstykking á Fossum bíðar eftir Statens Luftfartsvæsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.10.2020 - 20:56 Tíðindi

Ein útstykking uppi á Fossum í Klaksvík er endað í bureaukratinum hjá loftferðslumyndugleikunum. Harley Joensen, ið stendur fyri byggileiðsluni, sigur tó við Kringvarpið, at hetta ikki seinkar verkætlanini stórvegis, tí tey hava nóg mikið at gera, meðan tey bíða eftir svari frá Statens Luftfartsvæsen, og tað arbeiðið verður gjørt í millumbilinum.

Tann 18. juni varð spakin settur í verkætlanina uppi á Fossum, og verkætlanin fevnir um heili 91 grundstykkir, ið skulu gerast í trimum byggistigum. Men stígur er komin í viðvíkjandi avgrevstrinum. Talan er um, at vegurin, har ætlanin er at tyrva avgrevsturin, liggur ov tætt við tyrlupallin í Klaksvík, og tá tyrvast skal so nær við tyrlupall, krevst loyvi frá loftferðslumyndugleikunum, og hetta loyvið er ikki fingið til vega enn. Sostatt slepst ikki av við avgrevsturin í løtuni.

Tað eru jarðareigararnir, ið hava kravt, at tyrvt verður aðrastaðni. Upprunaliga lá tyrvingarvegurin eitt annað stað, ið var nóg langt burturi frá tyrlupallinum, til at tyrvast kundi har uttan loyvi. Eftir røttum skuldi Statens Luftfartsvæsen havt svarað í seinastu vikuni, so Harley Joensen væntar, at svarið man fara at koma í hesi vikuni. Meðan bíðað verður eftir tí, gera teir onnur arbeiði viðvíkjandi útstykkingini, og so má avgrevsturin bara bíða.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglbátinum
Seglbátur farin á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…
Áheitan á fakfeløg­ini á almenna arbeiðsm…
Mai 2025 – lýggjur og vátur
Fólka­flokku­rin vil AVTAKA fólka­pensjónin…
2.Hvítusunnudag er familjuguds­tænasta kl…
Árligur arbeiðsdagur í Nesvík verður ley…
Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00