Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sambandsflokkurin hevur ein konservativan og ein liberalan vong, og til seinasta formansval í flokkinum vann konservativi vongurin. Nú svarar liberali vongurin aftur

Samgongan í rasshafti av andstøðuuppskoti um samkynd foreldur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.10.2020 - 12:52 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Eftir at tað er greitt, at ein reellur møguleiki er fyri at fáa tað samtykt, er nú greitt, at tað, sum byrjaði sum ein munnligur fyrispurningur á tingi, nú fer at blíva til eitt ítøkiligt uppskot frá andstøðuni. Málið snýr seg um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd, tá tað kemur til Barsilsskipanina. Hetta setir samstundis samgonguna undir stórt trýst.

Andstøðuflokkarnir arbeiða í løtuni við einum uppskoti, ið skal síðustilla samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini. Hetta merkir, at samkynd foreldur skulu fáa sama rætt til barsil, og sum skilst er uppskotið á trappunum. Møguliga kemur tað longu í komandi viku. Og eitt, sum ger hetta uppskotið til nakað serligt er, at tað er ein møguleiki fyri, at tað verður samtykt. Nakað, sum uttan iva setir løgmanni grá hár í høvdið.

Samgongan er nevniliga komin í rættiligt rasshaft av hesum, serliga Sambandsflokkurin. Teir meira frísinnaðu politikararnir í miðstaðarøkinum, Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen, hava alment lýst sín stuðul til eina tílíka javnseting av samkyndum og hinskyndum. Johan Dahl hevur alment lovað at atkvøtt fyri. Hetta hevur fingið Bill Justinussen úr Miðflokkinum til tastarnar, har hann skrivar, at so er ongin samgonga. Og í dag sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, nakað tað sama.

Hetta dilemmað í samgonguni kemur, sum vera man, sera væl við hjá andstøðuni, og ger sjálvsagt ikki teirra hug til at leggja uppskotið fram verri. Tað er innanfyri hugsjónina hjá Framsókn og lutvíst hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum at síðustilla samkynd og hinskynd, og tá tey samstundis fáa høvi at vinna samgonguni neisir og spæla tingfólkini í henni út ímóti hvørjum øðrum, so leggjast tey ikki á boðini.

Spurningurin er so, hvussu samgongan reagerar. Har eru fleiri møguleikar. Løgmaður kann lova øðrum av pørtunum okkurt afturfyri at bakka, til dømis í fíggjarlógini, ella við einum øðrum, meira semjusøkjandi, uppskoti um at broyta Barsilsskipanina. Skal Miðflokkurin bakka, er tað greitt, at hann fer at seta stór krøv afturfyri. Flokkurin hevur longu bakkað tvær ferðir, og er nú komin at pínumarkinum fyri, hvussu nógvar kamelar hann megnar at svølgja. So tað er heilt ósannlíkt, at Miðflokkurin letur hetta málið koma ígjøgnum og kortini verða verandi í samgonguni. Møguleikin er har, men hann er evarska lítil.

Ivasamt er, hvussu langt málið og ikki minst avleiðingarnar av tí koma. Í ytstu konsekvens kann tað føra til samgonguslit. Tá hevur løgmaður ein lítlan møguleika, ið er at vita, um Sjálvstýrið er áhugað í at pasifisera Johan Dahl. Sjálvstýri hevur higartil verið ein stuðulsflokkur hjá samgonguni og gevur henni harvið 18 tingfólk. Kaj Leo Johannesen er í landsstýrinum, ikki í Løgtinginum, so hann fær ikki atkvøtt í málinum.

Men óansæð hvat, so má samgongan annaðhvørt loysa málið nú í heyst, ella eisini liva við eini konstantari hóttan øll tey komandi 3 árini. Tí tað er heilt víst, at andstøðan ikki fer at bakka.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…