Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samleikin hjá býnum og býarbørnunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.10.2020 - 10:42 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað helt Edward Fuglø, at listprýðið av Skúlanum á Skúlatrøð fór at kveikjast í okkum klaksvíkingum, sum tíðin leið. 

Niðanfyri røða Edwards:

“Signað veri børnini, mær eru givin at goyma,

meðan pápin er á skóginum burt, og mamman er ikki heima”

 


Soleiðis ljóðar eitt gamalt føroyskt skjaldur, sum omma mín plagdi at siga.

Í dag er hendan omman í stóran mun blivin til stovnar og skúlar, sum taka sær av upplæringini av børnunum og læra tey um føroyska mentan og mál, og siga teimum søgur.

Hetta skal tó ikki misskiljast soleiðis at eg haldi, at nú er ongin omma ella pápi, sum sigur børnunum søgur longur, als ikki, hetta er meint sum ein mynd uppá hvussu nógv samfelagið er broytt.

Hetta skjaldrið er frá eini heilt aðrari tíð, og einum heilt øðrum samfelag, tá menningin og læringin av børnunum í stórsta mun, fór fram heima við hús.

Samfelagið í dag er, sum øll vita, kollvelt av tøknini, og filmar, spøl og sera nógv tíð á netinum, hevur nú ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum.

Og á hesum miðlum, sum annars hava nógv gott við sær, er stóri partur av tilfarinum eina mest á fremmandum máli og úr eini fremmandari, ella ein kundi sagt, altjóða mentan, har tað føroyska er í undirluta.

Tíbetur hevur skúlin ment seg til at vera ein týðandi part av barnaárunum, og borgar hann í okkara samtíð fyri góðari upplæring av m.a. føroyskum máli og mentan.

Hann er fremsti føroyski mentanarberin, og í honum býr nú millum annað eisini omman ið segði frá søgum og skjaldrum í gomlum døgum.

Støðið í frálæruni er við árunum vorði alsamt hægri, og børnini verða útbúgvin at fara út í lívið og stóru verð.

Her má eg líka nevna nýggju føroysku frálærubókina FINKA, eftir Marionnu Skarðenni Poulsen, úr Klaksvík, við tekningum eftir Kathrinu Skarðsá og útgivin av Nám, sum í gjár vann gull, og varð kosin besta nýggja frálærubók í Evropa.

Eitt fantastiskt bragd!! - Tillukkku við tí.

Skúlin er eitt kreativt stað, og umboðar sjálvandi eisini aðrar lærugreinar enn føroyskt. Eitt nú innan list, tónleik, handverk við meira.

Børn eru opin og tekna og skapa púra natúrligt list, ella barnalist, har barnið sigur søgur við kritum og vatnlitum.

Øll børn eiga henda eginleikan at siga søgur við sínum tekningum, tey ræðast ikki eitt hvítt ark, men leypa beint í vaðið, og tekna og mála so lystiliga, at tað er ein frægd at síggja.

Og tey helma ikki í, fyrr enn alt arkið sum tað er, er fylt av strikum, litum og formum.

So fara tey stolt at vísa mammu, og fortelja søguna tey hava teknað, og eisini um tað sum kanska ikki sást á tekningini, tí arkið var ov lítið, so ikki var pláss.

Men her skilja vit skjótt hvat barnið meinar við, tí tekningin og forteljara gleðin hjá barninum setur okkara hugflog í gongd, og skjótt síggja vit ósjónliga hestin ella fuglin, ein hálvan metur uttanfyri arkið.

Og hetta er hugmyndin eg havi nýtt til at listprýða veggirnar á Skúlatrøð. Veggirnir vera sum eitt ovurstórt ark, og so havi eg teknað strikur og formar, um allan veggin, og ja, skjótt gjørdist sjálvt veggurin eisini ov lítil, og linjurnar fóru útav vegginum og upp í luftina, og gjørdust ósjónligar, men her kann hugflogið so taka yvir, og ein kann ímynda sær hvat strikurnar blíva til, t.d. ein fisk ella ein krabba sveimandi nakað omanfyri skúlaveggin, bert hugflogið setur avmarkingina.

Annar íblástur er eisini við, eitt nú víkinga ornamentikkur úr miðøld, men rútman og kompositiónin í strikunum á veggunum er nokk eitt sindur meira kontrollerað hjá mær, enn tær eru hjá barninum, man er væl eftirhondini ein hálvgamal maður.

Og so navnið á skúlanum “Skúlatrøð”, uppkallaður eftir trønni her hann er staðsettur. Tað hevur eisini verið við í huganum, tí hvat er á eini trøð? Jú, har eru plantur og djór, fuglar og løkir við sílum, spælandi børn, kanska ein stórur íbygdur steinur, har grør um gangandi fót, har verður lendið dyrkað, so at man fær sum mest burturúr, júst soleiðis sum ein skúli eisini ger, hann arbeiðir jú við at fáa tað besta burturúr sínum tilfeingi - børnunum.

Verkinum á veggunum á Skúlatrøð havi eg givið heitið “Søgustrok”, sum er eitt samansett orð, og apropos ávirkanina av altjóða mentan, er enska heitið” Storylines”.

Klaksvíkar Kommuna hevur fingið ein nýggjan og stásiligan skúla, við fyrstafloks karmum til udirvísing og menning. og stóru skúlabygningarnir standa sum prýðilig mentanarborg í miðbýnum. Hendan listprýðisverkætlan er eisini fyrst av sínum slag í kommununi, har listprýði var ein partur, longu frá byrjan.

Hetta frøist eg sum listafólk sjálvandi um, list í almenna rúminum er umráðandi. Jú fleiri listaverk í almenna rúmainum, tað veri seg standmyndir, veggjamálningar o.a. jú meira von verða fólk við at listin verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum.

List fer frá at vera okkurt mystiskt, sum man ikki hevur skil fyri ella ikki tímir, til at verða eitt tilboð í býnum, hon fjálgar og lyftir býin. Ein býur sum brúkar orku og pengar uppá list, er tekin um ein sterkan bý, sum hevur eitt kollektivt mentalt yvirskot til at taka listina við í framburðin.

Og til tey, sum kanska halda at listprýði og standmyndir eru fjant og fjas, ja tað bera oyðsl, ja so er tann meiningin, í sjálvum sær, jú eisini ein reaktión uppá listina. Reaktiónin flytir møguliga okkurt álíkavæl, tú vaknar kanska úr líkasæluni verður provokeraður, ja ella bergtikin.

Tú kanst dáma eitt listaverk ella ikki, men øll hesi lætt atkomuligu listaverkini, sum knappliga vísa seg fyri tínum eygum ymsastaðni í býnum, vera við tíðini ein inngrógvin partur av samleikanum hjá býnum og býarbørnunum.

Tú verður góður við tey, og verður sostatt tilvitaðu um list, hon nýtist ikki at vera so mystisk kortini.

Fyrsti listabólkur settur av Klaksvíkar Kommunu, hevði átta umboð. Hesin listabólkur hevur havt til uppgávu at avgerða hvussu Skúlatrøð skuldi listprýðast. Umboðini í hesum bólkinum hava verið: John Færø, Beinta Klakkstein, Signhild V. Johannesen og Tonja Sonhardsdóttir vegna Klaksvíkar Kommunu, Vagn Foldbo og Eyðbjørn Jacobsen vegna Skúlatrøð, Mildrid á Lógv vegna skúlastýrið og Svend Sivertsen vegna Fuglark.

Takk fyri álitið mær varð givið og takk fyri gott samstarv.

Eg takki eisini arkitektunum Høgna Kastalag og Svend Sivertsen fyri samstarvið í samband við teknisku og praktisku tilgongdina til listprýðið.

Somuleiðis takki eg Innspark sum hevur staðið fyri framleiðsluni av verkinum og EL-IN sum hevur staðið fyri el arbeiðinum.

Aftur til veggin, listprýðið er gjørt soleiðis, at partar av tí kunnu lýsa. Tí hava vit í kvøld eina almenna “tendring,” har partar av verkinum verða tendraðir fyrstu ferð, og soleiðis kemur verkið hereftir at lýsa um kvøldarnar. Verkið kemur at markerað Skúlatrøð í býarmyndini, bæði um dagin og um kvøldi.

Á ein hátt er tí talan um tvey verk, tí ikki allar strikurnar tendra um kvøldið, og verkið um dagin er eitt annað enn verkið um kvøldið. Her kemur so aftur hugflogið upp í leikin, tí í myrkrinum koma fuglar, fiskar, djór, plantur til sjóndar, har tey lýsandi sveima í leysum lofti í myrkrinum, og hvør veit? kanska teknar tú nú sjálvur, ella sjálv, nýggjar strikur og formar fyri tínum innara eyga, sum gera at tú fær tína heilt egnu lítlu søgu at siga frá

 

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan