Lýsing
Lýsing
Lýsing

Taka útlendskar spekulantar fram um føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  16.10.2020 - 13:35 Lesarabrøv Politikkur

Tað er ræðandi at síggja, hvussu samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin raðfestir.

Hetta er galdandi yvirhøvur, men serliga grefligt er hetta,  nú okkara sjúkrarøktar-frøðingar verða tvingaðir út í eitt verkfall, sum teir at vísa seg neyvan vilja enda í.

Tá ið krúnukrímið gjørdi innrás her, var eingin endi á, hvussu øll politiska skipanin rósti sjúkrahússtarvsfólkum, sum veruliga stóðu í andgletti frá fyrstu løtu. Og í andgletti standa tey enn.

Og hetta rós áttu tey uppiborið.

Men rós ger ongan ríkan.

Hetta var um somu tíð, sum samgongan tók av fiskivinnunýskipanina og lóggav milliónaupphæddir – ja, taka vit alt  tólv ára skeiðið,  yvir eina milliard – niður í lummarnar á nøkrum fáum reiðarum. Og øll vita, at aftan fyri nakrar teirra standa sterkir hollendskir og íslendskir spekulantar.

Ljótari gjørdist leikurin, tá ið staðfestast kundi, at onkrir samgongutingmenn beinleiðis vóru tongdir at reiðaríunum, ið fingu stóra gávupakkan.

Stívliga 1.000.000.000 krónur.

Ja, havið í huga, at ein milliard er túsund milliónir.

Hvussu nógvar milliónir skulu á borðið til at fáa semju í lag millum fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar, veit eg ikki – men tær munnu ikki vera nógvar, kanska tvær – ella tríggjar?

Fólkaflokkurin setir kósina.

Sambandsflokkurin sleppur at halda um stýrisvøl – væl at merkja um hann heldur kósina, sum svarti afturhaldsflokkurin hevur sett.

Og Miðflokkurin, sum sigur seg byggja á kristin virði,  er at vísa seg nøgdur, fær hann lagt fótonglar fyri tey, sum lógarliga hava veikastu verjuna – tey samkyndu.

Soleiðis er í landi okkara í 2020.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni