Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sámal Petur í Grund stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  17.10.2020 - 09:28 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindi

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Sámal Petur í Grund er á listanum.

Sámal Petur í Grund er 62 ára gamal og útbúgvin elektronikmekanikari í 1980 og skipari í 1997. Seinastu 16 árini hevur Sámal Petur verið skipari á strandfaraskipinum “Sam”.

Sámal Petur er royndur í politikki. Hann hevur verið landsstýrismaður í hálvtfimta ár og løgtingsmaður í trý ár.

Harumframt hevur hann verið landsnevndarlimur í landsnevnd Sjálvstýrisins og situr sum limur í lokalnevndini fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag.

 

Klaksvíkar kommuna fremst í øllum lutum.

Politiski málsetningurin hjá mær er, at Klaksvíkin, saman við bygdum og oyggjum, sum hoyra til kommununa, eiga at vera fremst í øllum lutum!

Vinnan, mentanin og ikki minst ítróttin hevur víst, at her búleikast folk, sum hevur bæði vilja og áræði.

Ferðsluviðurskiftini og parkering er ein veldiga stór avbjóðing fyri býin, við tað at veganetið er gjørt í eini tíð, hvar ferðslutørvurin var ein heilt annar, enn hann er í dag. Hetta má og skal fáast í rættlag, um ikki allur býurin endar, sum ein ferðslukendur fløskuhálsur.

Eldraøkið skal ikki bara raðfestast hægri, men gjøgnumgangandi reformerast. Hugburðurin á hesum økinum skal broytast, soleiðis at eisini her verða vit í fremstu røð. Málið má og skal vera, at búfólkini trívast, og starvsfólkini gleða seg at koma til arbeiðis!

Øll kunnu vit fegnast um, at seinastu átta árini eru vit komin væl áleiðis við at útbyggja og menna alla kommununa.

Um tit vísa mær álit, so skal eg taka eitt tørn fyri at menningin heldur fram við tí fyri eyga, at vit skulu vera fremst í øllum lutum!

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld