Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oddmar á Lakjuni er eitt av valevnunum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið 10. november | Mynd: Egin mynd.

Oddmar á Lakjuni stillar upp fyri Fólkaflokkin

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  18.10.2020 - 18:19 Kommunuval 2020 Lesarabrøv Politikkur

Eftir áheitan og persónligum ynski havi eg valt at stilla upp fyri Fólkaflokkin til komandi býráðsval í Klaksvíkar kommunu. Eg eiti Oddmar á Lakjuni, eri 34 ár, føddur, uppvaksin og búgvi í Klaksvík.

Politikkur og býráðsarbeiði hevur altíð fylgt nógv í mínum uppvøkstri og umhvørvi. Eg stillaði upp til býráðsvalið í 2016, har einans vantaðu nakrar fáar atkvøður fyri at koma inn. Eg bjóði meg fram aftur, tí eg meti, at eg við mínum royndum eri væl skikkaður til hesa spennandi uppgávu at gera Klaksvíkar kommunu til eina enn betri kommunu og fáa bæði børn, ung og eldri at støðast her enn betri.

Eg eri giftur og eiga vit eina fitta dóttur. Eri útbúgvin innan altjóða handil og roknskap úr universiteti í USA, og tað var altíð mítt ynski at koma heimaftur til Klaksvíkar eftir loknan lestur at virka í nærsamfelagnum. Í dag arbeiði eg sum Vinnuráðgevi í BankNordik, og í mínum starvi samskifti eg dagliga við sera nógv fólk, har nærlagni krevst og at lurta eftir fólki er ein stórur partur av mínum arbeiðsdegi. Harumframt havi eg eisini royndir í byggivinnuni og fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi.

 

Eg bjóði meg fram at umboða Klaksvíkar kommunu í býráðnum, tí eg haldi, at tað eru fleiri viðurskifti sum kunnu gerast betri.

 

Nakað av tí, sum eg ætli mær at arbeiða fyri er:

 

Vinnan

Tað er vinnan ið er grundarlagið undir øllum kommunalum og landsins vælferðartænastum. Tí er týdningarmikið, at vinnan fær so góðar karmar sum møguligt at menna seg og at virka undir. Eitt nú hevur nógv tos hevur verið um at útbyggja Norðhavnina, men uttan ítøkiligt úrslit og er tíð uppá, at hetta verður gjørt.

 

Skynsamari fíggjarstýring – størri fokus á planlegging, stýring og gjøgnumskygni

Vit eru flest samd um, at tað hava verið fleiri viðurskifti, ið hava tikið sera drúgva tíð at gerast liðug. Her krevst at fokus verður á betri planlegging og stýring, tí í síðsta enda kostar hetta kommununi, skattgjaldarunum t.v.s. tær og mær, dýrt.

 

Fullfíggjan av vegum, gongubreytum og parkeringsviðurskiftum

Tað eru fleiri vegastrekkir í Klaksvík, har vegir og gongubreytir ikki eru fullførdar. Nevnast úr rúgvuni kunnu Garðavegurin, Stangavegurin og Víkavegurin. Eisini skulu vegir gerast til øll hús, har tað er møguligt, soleiðis at tað í minni mun gerst neyðugt at parkera á vegnum.

 

Fleiri og betri bústaðarmøguleikar

Fyri at fáa ung og ungar barnafamiljur at búseta seg í kommununi er neyðugt við fleiri bústaðarmøguleikum. Kommunan skal skapa karmar fyri vinnuna við at byggja fjølbroyttar bústaðir og eisini fáa fleiri grundstykki tøk, soleiðis at tað ikki verður neyðugt hjá familjum at flyta aðrastaðni fyri at fáa egnan bústað.

 

Oddmar á Lakjuni

Býráðsvalevni Fólkafloksins til kommunuvalið hin 10. november 2020

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…