Lýsing
Lýsing
Lýsing

2. og 3. byggistig á Skúlatrøð fremjast samstundis

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin  |  18.10.2020 - 20:56 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Leygardagin 30. mai 2020 var vígsla á Skúlatrøð, tá komið var á mál við 1. byggistigi. Ein ferð, ið byrjaði í apríl 2014, tá byggibólkurin á fyrsta sinni hittist at stinga út í kortið. Eftir ætlan skuldi 1. byggistig standa liðugt í 2018. Sum vit síggja, so tekur alt sína tíð. Nú seks ár eru liðin síðani fyrstu tilrættalegging, ynski eg at gera mítt til, at ferðin verður sett upp, so 2. og 3. byggistig verða fyrireikað og framd samstundis í komandi setu

Nú knapt hálvt ár er liðið síðani vígsluna, er verulig gongd ikki sett á fyrireikingarnar av víðari bygging. Vildi ynskt, at hetta var gjørt fyrr í ár, tá ið endin sást á 1. byggistigi. Tíðin gongur og tað tekur nógva tíð við fyrireikingum. Vit standa við einum frálíkum úrsliti av 1. byggstigi, við kostnaði uppá 110 mió. kr. Hóast ongin nágreinilig kostnaðarmeting er gjørd av 2. og 3. byggistigi, so er mett, at kostnaðurin fer at liggja um 70 mió. kr. Hetta er nógvur peningur, og er umráðandi, at vit seta gongd á arbeiðið, nú tíðirnar eru fíggjarliga góðar, og at vit ikki skulu bíða seks ár afturat, áðrenn skúlin endaliga stendur liðugur.

1. byggstig fevnir sum kunnugt um skúlagarð/útiøki, heimaøki 1. til 9. flokk (við fýra sporum), serøki og felaghøll við tænastudepli og matarhøll. Her skal sigast, at enn vantar nakað í, til umhvørvið í skúlagarðinum eru nøktandi. Eisini eru parkeringsviðurskiftini og uttanum økið ikki gjørd liðug og mugu fremjast sum skjótast, so nýggi skúlin ikki slítist og dálkast óneyðugt av uttanumøkinum.

 

Skúlin fult útbygdur
í komandi setu
Tað er umráðandi, at býráðið sær álvaran í, at henda verkætlan á ongan hátt má taka longri tíð enn hægst neyðugt. Umstøðurnar í byggitíðini eru sera strævnar, serstakliga fyri tey sum dagliga hava sína gongd á skúlaøkinum. Tað hava tey livað við nú í nógv ár. Tí er so umráðandi, at 2. og 3. byggistig leggjast í eitt. Hetta vil gera, at samlaða verkætlanin verður skjótari liðug, og vit harvið náa á mál við fult útbygdum skúla.
 
2. byggistig fevnir um fyrisiting, fakhøli, Gigni (Heilsufrøði til børn og ung), útiøki og valskúlan. 3. byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlækna, forskúla og útiøki. Spurningurin um forskúla er enn ikki er viðgjørdur í býráðnum.

Uppruna tíðarætlanin, við byrjan av byggingini í 2014, legði upp til ein fult útbygdan skúla í 2021, tað megna vit ikki, men um vit gera okkum ómak, megna vit at koma á mál í komandi býráðssetu.

Eg haldi ikki, at vit kunnu bjóða okkara børnum, foreldrum teirra og starvsfólkum dagliga at virka á einum byggiøki longri enn hægst neyðugt. Um vit megna at hava ein fult útbygdan skúla í 2023, hevur byggingin vart í 9 ár, sum eru øll árini eitt barn eigur innan skúlans gátt, og tað er ríkiliga leingi.

 

Gunvá við Keldu
Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni