Lýsing
Lýsing
Lýsing

Russar vælkomnir!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  20.10.2020 - 10:00 Kommunuval 2020 Politikkur

Russland er eitt heimsveldi, og samsvarandi er Russland stór fiskivinnutjóð á heimshøvunum og hevur verið tað leingi. Vit hava langar tradisjónir í samstarvi við russar. Í praksis í størstan mun út frá Klaksvík. Tað eru uttan iva samstarvsavtalurnar við Russland, sum hava givið Føroyum tað pondus í norðurhøvum, sum vit hava mótvegis okkara grannalondum.

Tað er fyri so vítt eisini Russland, sum eigur sín lut í, at tað hevur gingið so væl í føroysku alivinnuni, sum tað hevur gjørt. Vit fingu eina heilsufrøðiliga avtalu við russar í 2008-09, og tað opnaði upp, og prísirnir á laksi fóru í topp. Seinni kom Kina við, og tað gjørdi tað ikki verri. Eg var við í samráðingunum við russar og seldi teimun eisini fyrstu laksarnar.

 

Óalmindiliga góðir samstarvspartnarar allan vegin ígjøgnum.

Teir hava brúk fyri atkomumøguleikum í Føroyum. Eitt stað at vera í frið og náðum. Her er eitt gylt høvi hjá Klaksvíkini og Klaksvíkar Havn at gera seg galdandi.

Gróti úr TNF er lykilin til eina góða artiska altjóða havn í Ánunum ella norðari. Eitt gylt høvi at gera eitt veruligt frambrot fyri Klaksvíkar Havn.

Vit hava hoyrt ánafólk klaga um nógvan gang frá russisku skipunum. Hesar klagur eiga at vera tiknar til eftirtektar. Áðrenn ein staðseting verður gjørd, eiga ljóðsimuleringar at vera gjørdar, soleiðis at gangur frá skipum ikki órógvar ánafólk. Ongantíð betur um bryggjukanturin bara kundi verið longdur, men tað er tó eingin treyt. Er tað betri at leggja nýggju bryggjuna norðari, og ánafólk eru nøgd og harvið glaðari, ja, men so ger man tað. Alt fyri trivnaðin hjá borgarunum í býnum. Landstreymur kann hjálpa nakað, men gangur er altíð frá skipum tá lossað og umskipað verður. Og so kundi russar eisini verið fyri seg sjálvar. Annars so vera gomlu skipini hjá russum eisini skift. Tey nýggju, sum eru á veg, eru eins modernað sum okkara modernaðu. So á tann hátt minkar trupulleikin eisini. Tá er trupulleikin við roykdálking eisini loystur.

 

Nógv avleitt virksemi av russum.

Teir skulu hava tænastur av øllum handa slag. Frá viðlíkahaldi til proviant og annað mangt. Men russar hava eisini eitt rættuliga stórt netverk um allan heim. Duga vit at sita undir og lesa av, er óalminduliga nógv at heinta, um man hevur nøs fyri tí. Og tað hava vit.

Vælkomnir russar og gevið ánafólki náttarfrið!

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…