Søgan um málningin
Umframt tað, segði Óli, at málningurin eftir Hans Hansen, sum hongur á bróstinum í sethúsunum hjá honum og Jonnu hevur eina áhugaverda søgu:
Hans Hansen var nógv í Klaksvík. Hann hevði eitt kamar á loftinum hjá Mariu og Eli Hansen á Kósini, har hann búleikaðist fyrst í 50-unum, tá hann var í Klaksvík. Hagani hevur hann málað motivið, sum er av Kósini og yvir á Kalsoynna.
Pápabeiggi Óla, Hans Jacob Jacobsen, var giftur við Jensu, dóttir Samson Joensen á Vágsheygnum. Hann bygdi teimum hús á Vágsheygnum beint niðanfyri húsini hjá Dáva úr Gerðum.
Tey fáa tvey børn, Samson Oliver Jacobsen og Marianna Olevinu.
Men Jensa doyr í 1943, bert 40 ára gomul. Óli N. Jacobsen heldur at tað eru tuberklarnir, ið ganga um tað mundi.
Hans Jákup giftist seinni uppaftur við Johonnu, (Missy), donsk kvinna, ið er komin til Haldor Holm at halda hús hjá Olgu. í 1950 flyta tey tó niður til Danmarkar at búgva.
Eg haldi, sigur Óli N. Jacobsen, at systkini hjá Hans Jákup hava givið honum hendan málningin av Hans Hansen í onkrum sambandi.
Málningurin flytir til Danmarkar saman við familjuni og tað eg minnist, hekk hann á bróstinum í stovuni hjá Hans Jákup og Johonnu.
Tá Johanna doyr, arvar dótturin, Marianna, ið tá var gift Frank Ova Drejer, málningin, tey búgva í Keypmannahavn.
Einaferð tá vit eru niðri í Danmark, hevur Marianna hongt málningin úti í einum anneksi, ið tey hava í garðinum. Hetta er ein lítil skúrur, ið tey brúka til at spæla billard í. Marianna fortelur, at einaferð tá Hans Hansen er á vitjan hjá foreldrunum, helst tí at hann er á akademinum, sigur hann at tey skulu beina málningin burtur: “Tí hann líkist ongum”, sigur Hans.
Málningurin segði helst ikki Marionnu og manninum so nógv, Marianna er ikki meira enn 12 ár tá tey flyta til Danmarkar. Eg spyrji um málningin og hon bjóðar mær hann, sigur Óli. Men, vit høvdu ikki møguleikar at taka hann við okkum tá. Men seinni, tá Anna hjá Sylvan Jacobsen flutti til Føroyar, játtaði hon at taka hann við í flytigóðsinum hjá sær. Soleiðis endaði málningurin aftur í Klaksvík, hesaferð á vegginum á Stoksoyravegi 67.
Fridtjof Joensen
Sum sagt, so fer listaframsýningin á Spinnarínum at heiðra teir báðar Hans Hansen og Fridtjof Joensen. Málningurin, sum Óli N. Jaobsen bjóðar framsýningini at lána saman við málninginum av Hans Hansen, er av útróðrarbátinum Dúgvuberg, sum Óli átti saman við Andriasi Jacobsen og Símun Paula viðbjørg (sála).
Fridtjof hevur norðlýsið gjørt nógv burturúr fyri stuttum í samband við minnisvarðan, ið bleiv settur upp í víkunum.
Niðanfyri meira um Hans Hansen:
Málarin Hans Hansen (1920-1970), vanliga nevndur Hans í Mikladali, varð borin í heim í Mikladali.
Sum aðrir ungir menn av tí ættarliðnum fór hann til skips 15 ára gamal, fór seinni í læru sum húsamálari og varð útlærdur sveinur í 1942. Undir krígnum dvaldist hann í Íslandi, og har gjørdi tað honum stóran mun at síggja málningalistina hjá Jóhannesi Kjarval. Í 1949 fór Hans í Mikladali til Keypmannahavnar, har hann gjørdist næmingur á Bizzie Høyers tekniskúla 1949-53, og síðan á málaraskúlanum á kunstakademiinum 1953-57. Á málaraskúlanum kannaði hann eisini ta serligu tøkni, ið liggur undir frescomálningi.
Eftir lokna útbúgving búsettist Hans í Havn, har hann arbeiddi við myndlist síni. Hans í Mikladali er av tí ættarliði av nýskapandi føroyskum myndlistafólkum, ið longu í ungdómsins árum vórðu hugtikin av málningalistini hjá Mikines. Í myndaevnum var hann sera tætt knýttur at landsløgum, húsum og menniskjum úr heimbygdini.
Á vitjan í Ravenna í 1962 granskaði hann enn gjøllari fresco-málningin, umframt mosaikk-tøknina, og hann hevði eyðvitað í kvittanum at gera rúmprýði við fresco og mosaikki. Men av tí at heilsan bilaði og arbeiðsárini, honum untist, ikki gjørdust so mong, náddi hann bert at skrýða tvey størri rúm. Men fleiri smærri verk eru gjørd við fresco og mosaikki. Fresco-málningurin hevði ein serligan týdning fyri Hans í Mikladali, - hann royndi at fáa fram í oljumálningum sínum tann serliga yvirflatan og skæra litklangin, somuleiðis tann pastorala tónan, ið eyðkennir frescolitirnar.
Eyðkent fyri landsløgini og andlitsmyndirnar er tann greiði formurin, teir reinu og ljósfyltu litirnir og ein persónligur, lýriskur tóni.
Kelda: Posta