Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um eg mátti renna út, so hevði tað verið í ongum!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2020 - 15:52 Tíðindi

Soleiðis sigur Olvheðin Jacobsen um jarðskjálvtan, sum rakti Reykjavík fyrr í dag

Ein sera stórur jarðskjálvti rakti fimm kilometrar vestan fyri Seltún við Reykjanes í Íslandi kl. 13.43 í dag. Jarðskjálvtin máldi 5,6 á Richter skálanum og eini 50 eftirskjálvtar eru síðani mátaðir. 5,6 á Richter skálanum er orka á sama støði sum atombomban í Hiroshima. 

Olvheðin Jacobsen er Hvannasundsmaður, hann býr í Íslandi har hann tekur eina læraraútbúgving í rytmiskum tónleiki við sang sum høvuðsinstrument, á Listaháskóla Íslands. 

- Eg var júst komin undan brúsini har skápini brádliga byrjaðu at ristast og tað kendist sum at íbúðarblokkurin vaggaði eitt sindur. Eg havi ongantíð tikið atlit til ella hugsa um hvussu mann ger, tá ið ein jarðskjálvti hendir. Mín fyrsti tanki var um eg skuldi renna út. Hevði eg gjørt tað, so hevði tað bara verið við handklæðinum. Tað var ein sera undarlig uppliving, sigur Olvheðin. 

Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í Íslandi, men hesin var sera ógvusligur.

- Hetta er fimta árið í Íslandi og hetta er fyrstuferð eg havi følt ein jarðskjálvta og útfrá reaktiónum hjá fólkum, so er hetta ein tann størsti, um ikki tann størsti, jarðskjálvtin tey hava uppliva, sigur Olvheðin Jacobsen við Norðlýsið at enda

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ