Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal ikki - skal!

SKRIVAÐ: Annika Steintórsdóttir Biskopstø  |  21.10.2020 - 20:05 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Eg havi ivast í eina tíð. Skal eg stilla upp ella ikki? Fyri og ímóti. Fleiri kenna seg aftur í hesum – og kvinnur eru helst serfrøðingar í at grunda væl og leingi. Men tað er nógv, ið talar fyri, so nú havi eg tikið støðu. Eg bjóði meg fram!

Eftir góða umhugsanartíð kennist hetta væl og  rætt. Tí eg føli, at eg havi nógv uppá hjartað. Hugskotini og viljin at fremja nakað gott og vera við til at mynda heimstaðin, býr djúpt í mær. So nú eri eg til reiðar, og vónandi kann eg eisini gera mun.


Men hvør eri eg?
Eg eiti Annika Steintórsdóttir Biskopstø. Eri 33 ára gomul og búsitandi úti í Grótinum í Klaksvík saman við manni mínum Hera Schwartz Jacobsen og børnunum Tóri Schwartz og Røskvu Lý, sum eru 5 og 2 ára gomul.

Eg havi lisið sálarfrøði og mentan. Í míni serritgerð skrivaði eg um sjómansmentan og familjulív. Í dag undirvísi eg á Tekniska Skúla í Klaksvík og á Miðnámi á Kambsdali.


Við lív og sál

Sjálv havi eg verið virkin og tikið lut í nógvum tiltøkum innan mentan og umhvørvi. Eg havi m.a. skipað fyri barnalandi á Summarfestivalinum, Jólabýnum í Klaksvík, LIVA og Lív í býnum, umhvørvisátøkunum hjá Slóða fyri, mat- og sølutorgi við bátabrúgvarnar og ymiskt annað Klaksvík og Norðoyggjum at frama. Eisini havi eg virkað sum sjálvboðin á Lívslinjuni, sum er ein telefonlinja til kreppurakt og fingist við útvarp, barna- og ungdómsarbeiði, umframt miðlan og íverksetan av ymiskum slag. 

Eg eri opin og samstarvssinnað og fari eldhugað til verka. Eg havi tikið mítt val.

 

Annika Steintórsdóttir Biskopstø
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni