Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj KT-heildartænasta í norðurøkinum

SKRIVAÐ: STORM  |  22.10.2020 - 09:17 Tíðindaskriv Vinna

Hóast fyritøkan er nýggj, eru royndirnar nógvar og drúgvar. Nýggja KT-fyritøkan Storm setur kundan fyrst við heildartænastu og nærlagni.

Í vár var farið undir eitt nýtt og spennandi KT-ævintýr – og fyri fyrstu ferð er KT-samváðafelag á marknaðinum í norðurøkinum, sum veitir heildartænastu við nærlagni og við kundanum í fokus.


Í stuttum veitur Storm kundanum skjóta og professionella KT-ráðgeving og tænastu – og júst nærløgd og góð kundatænasta er høvuðsendamálið hjá royndu starvsfólkunum í Storm. Okkara royndir siga okkum, at føroyskir kundar ynskja persónligt samskifti og nærlagni. Og hjá okkum er kundin ongantíð bara eitt saknummar. Vit ynskja ikki bert at verða ein veitari, men vit eru ein persónligur veitari og leggja okkum eftir at kenna kundan, sigur Jóhannus M. Olsen, stjóri í Storm.

Í Føroyum hevur kundin manglað persónliga KT-ráðgeving, og tann tørvin vilja vit nøkta. Kundin, sum setur seg í samband við okkum, skal vænta skjótt svar og góðar loysnir, sigur hann.

Storm hjálpir skjótt við øllum, sum hevur við KT at gera.


Samstarv við aðrar veitarar og samstarv við kundan ger okkum sterkari. Saman vilja vit loysa trupulleikan hjá kundanum, um tað betrar tænastuna, sigur Jóhannus M. Olsen.
Hann greiðir víðari frá, at samstarvið við aðrar veitarar er ein styrki fyri Storm, tí við samstarvi
fær kundin eina heildarloysn á einum staði.

Storm veitur millum annað KT-loysnir og útgerð, rótfesta føroyskar lønar-, stempul- og sakskipanir, fíggjarstýringsskipanir í samstarv við fyritøkuna Stýr, umframt at Storm hjálpir við personsdataráðgeving saman við fyritøkuni Eirin.


Málið hjá okkum er einfalt. Vit síggja ein tørv á føroyska marknaðinum, og vit vita, at vit megna
at hjálpa kundanum við sølu, ráðgeving og tænastu innan KT, sigur stjórin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…