Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvurbikarið funnið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2020 - 13:28 Ítrottur Mentan Tíðindi

Norðlýsið hevur fingið hópin av reaktiónum uppá áheitanina ígjár, tá lesari kom á gátt við mynd og sóknaðist eftir hvar bikari á myndini mundi verða blivið av. Tíðarmetingin var eisini fleiri ár viðsíðurnar av og tískil var tað heldur ikki Fríðrikur kongur VIII, men heldur Cristian kongur X, sum sást á myndini. 

Andras Sólstein frá Fornminnissavninum er góður í ráðum. Hann sigur, at myndin er frá juni mánaða 1921, tá Christian kongur X, og Alexandrina drotning vitja í Føroyum.

Tann 22. juni var kongur í Klaksvík. Veðrið var gott hendan dagin, og ein rúgva av fólki var samankomin, úr øllum Norðoyggjum og Eysturoynni við. Á vánni var skipað fyri svimju uppvísing við skúladreingjum og kappróður, sigur Andras.

Í kappróðrinum luttóku sjey áttamannafør, Kongur var dómari og handaði tveimum teimum fremstu bátunum silvurbikar við áskrift. Vágsbáturin var vinnari og fekk steyp frá kongi. Við eitt sindur av kanningararbeiði kom undan kavi hvar tað eina steypið er. Steypið hevur verið, og er enn í varðveitslu í Útistovu í Vági, sigur Andras. 

Petur J. Eliasen úr Útistovu var á savninum, og har fingu vit mynd av steypinum. Har áskriftin er CX 22-6-1921. Tað vóru sum sagt tvey steyp handaði, hvar hitt er veit eg ikki. Eftir vitjanina í Klaksvík høvdu O.F. Joensen keypmaður við frú tann heiður at fylgja kongshjúnunum til Havnar við skipinum Valkyrien. Um kvøldi var taffil umborð, sigur Andras Sólstein við Norðlýsið. 

Annars upplýsir Andras fyri Norðlýsinum, at eitt filmsklipp av túrinum liggur á filmcentralen.dk, við millum annað kappróðrinum. 

 

 
Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági