Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steypið hevur Jóannes Christiansen í varðveitslu

Ljós yvir søguna um steypið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.10.2020 - 11:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kirkjubáturin Grani vann róðurin, og tað steypið stendur úti á Kirkju, í barnaheiminum hjá Jóannesi Christiansen á Kirkju

Fleiri lesarar hava vent sær til Norðlýsið við upplýsingum um søguna um steypið, ið Norðlýsið bar herfyri. Vit hava nú fingið á leið identiskar upplýsingar frá ymiskum keldum um nøvnini á luttakandi bátunum og manningini á Grana, so roknast kann nú við, at upplýsingarnar eru eftirfarandi. Vit endurgeva niðanfyri tvær av keldunum. Søgan um, hvussu bikarið kom til høldar, er soljóðandi:

Annar lesarin sigur:

“Kirkjubáturin Grani vann róðurin, og tað steypið stendur úti á Kirkju, í barnaheiminum hjá Jóannesi Christiansen á Kirkju. Teir, sum róðu við, vóru hesir:

  • Jóanis Christiansen
  • Mortan Rasmusen
  • Petur Pauli Poulsen
  • Joannis Fredriksen, Svínoy
  • Andras Fuglø, Hattarvík
  • Sofus Hansen, Hattarvik
  • Hoyrikur hjá Danjali
  • Gulak Matras
  • Jóhan Pól Poulsen

Harumframt var Absalon Lydersen við, og hann lá frammi í skutinum.

  

Luttakandi bátarnir vóru:

  • Gerðabáturin
  • Uppsalabáturin
  • Vágsbáturin
  • Lorvíksbáturin Hin Stóri
  • Grani av Kirkju”

 

Ein annar lesari váttar og supplerar upplýsingarnar soleiðis:

 

Tá ið róð var fyri Christian X kongi í 1921, var ein bátur úr Fugloy við. Báturin æt Grani. Aðrir bátar, sum róðu vóru:

  • Uppsalabáturin
  • Vágsbáturin
  • Gerðabáturin
  • Lorvíksbáturin hin stóri

 

Teir, sum róðu framman frá:

  • Jóannes Christiansen, Kirkju
  • Mortan Rasmussen, Kirkju
  • Petur Pauli Poulsen, Kirkju
  • Jóannes Frederiksen, Svínoy
  • Andras Fuglø, Hattarvík
  • Sofus Hansen, Hattarvík
  • Hoyrikur Christiansen, Kirkju og
  • Gulak Matras, Kirkju

Absalon Lydersen lá frammi í skuti fyri at geva bátinum betri flot.

Jóhan Pól Poulsen, Kirkju stýrdi.”

 

Um kringumstøðurnar og túrin til Klaksvíkar verður sagt:

 

“Fuglingar fóru fyrrapartin á náttini frá landi. Teir skuldu rógva til Klaksvíkar eini 20 fjórðingar.

Umframt teir, sum skuldu rógva, vóru fleiri við: Malvina Poulsen, Elsuba Sofía á Reyni, Olevina hjá Mikkjali, Petur hjá Jóhan Póli – hann var hálvvaksin, og so vóru nøkur aftrat.

Tá ið teir komu norður móti Múla, síggja teir, at tað er nakað í sjónum norðuri á flógvanum, og sjóvarfallið fyri Múlanum var ikki gott. Teir mettu, at báturin var for tungur at fara um Múlan, so teir gjørdu av, at tey, sum ikki hoyrdu til manningina, skuldu fara uppá land í Múla og ganga um Múlan. Tey skuldu takast umborð aftur inni á Strond.

Tá tey eru komin uppá land í Múla, gera tey av, at tey skuldu ganga friðarlig gjøgnum bygdina, so tey ikki vakja nakran, tí nátt er. Men ólukkutíð, tá tey nærkast húsunum, fer ein hundur at goyggja, so har vaknaði alt. Har kom fólk út, og har var onki at gera, tey sluppu ikki víðari, fyrrenn tey høvdu etið. Og tá tey fóru til gongu, høvdu øll fingið skógvar og tveingir at ganga um Múlan við. Tey vóru so mikið nógv, og tey hildu tað vera gott gjørt, at so lítil bygd lá inni við so nógvum skótoyi.

Tey fóru so til gongu og vóru tikin í bátum á Strond. Síðani bleiv rógvið nakað inn á vánna. Ferðafólkið var sett uppá land, og so út á Poll, har kongaskipið lá.

Tá teir komu har, var klárt at rógva.

Meðan róð var, fingu teir rapport frá Absalon, sum lá frammi í skut, um hvussu teir lógu.

Tá liðugt var at rógva, og kongurin bað vinnaran koma at taka ímóti steypinum, fóru teir á Gerðabátinum fram, men kongur segði, at tað var ikki teir, sum vunnu, men Grani. Jóhan Pól fór so og tók ímóti steypinum.

 

Grani úr Fugloy var nr 1.

Søgan um túrin er frá Miebett Jacobsen, sum hevur frásøgnina frá Malvinu Poulsen.

Skitsan av, hvussu manningin sat, hevur Fríðborg gjørt, eftir frágreiðing frá Andras Fuglø.

Steypið hevur Jóannes Christiansen í varðveitslu.

Myndin vísir, tá Jóhan Pól tekur ímóti steypinum. Kongur hevur eitt minni steyp í vinstru hond.”

Hesin lesarin sigur seg halda, at tað er bara Jóhan Pól av Grana, sum er á myndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…