Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarlig heilsa skal uppraðfestast

SKRIVAÐ: Rakul Beinirsdóttir Gardar  |  28.10.2020 - 19:04 Kommunuval 2020 Politikkur

Kom og setið sálarliga heilsu á dagsskránna!

 

Støðan í dag


Seinastu árini eru vit vorðin meiri tilvitað um sálarliga heilsu, og eitt evni sum ofta verður sett í samband við sálarliga heilsu er strongd. Tú hevur kanska sjálv/ur upplivað strongd ella kanska kennir tú onkran, ið stríðist við strongd ella hevur havt strongd tætt at lívinum. 


Í dagsins samfelag gerast alsamt fleiri strongd, og í fleiri førum gerst støðan so álvarsom, at fólk missa fótafesti í lívinum.
Sambært kanning sum Fólkaheilsuráðið almannakunngjørdi í september 2020, vísa hagtøl, at fjórði hvør metir seg vera strongdan. Hetta talið er vaksandi frá seinastu kanningunum sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt. Av teimum spurdu eru fleiri sum m.a. kenna kropsliga pínu, stúran, døpurhuga og strongd enn kanningarnar frammanundan hava víst. (kelda: Gallup World Poll kanning, Fólkaheilsráðið)


Strongd kann standast av fleiri ymiskum viðurskiftum í lívinum. Hjá summum standast orsøkirnar av viðurskiftum í privatlívinum, meðan orsøkirnar eru meiri arbeiðstengdar hjá summum. Stundum er orsøkin ein blanding av báðum.
Í londunum kring okkum er strongd er ein av størstu arbeiðstengdu heilsutrupulleikunum. Hagtøl úr Danmark vísa, at áleið 14% av øllum dønum, sum eru í arbeiði, eru strongd. (kelda: Forebyg Stress)


Álvarsligar avleiðingar kunna standast av longrivarandi strongd. Heilsa, lívsgóðska og arbeiðsavrik hjá tí einstaka kunnu ávirkast, og gerst viðkomandi álvarsliga strongd/ur, kann heilsubótin gerast drúgv. Samstundis kunnu avleiðingarnar av longrivarandi strongd gerast kostnaðarmiklar fyri bæði arbeiðspláss og samfelag.

 


Mín, tín og okkara ábyrgd


Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av, at vika 41 er vikan, har ljós verður varpað á sálarligu heilsu. Klaksvíkar Kommuna, sum er samstarvspartnari í hesi verkætlan, hevur seinastu árini skipað fyri ymsum tiltøkum fyri at varpa ljós á sama evni. Hetta er eitt gott átak, og vit eiga áhaldandi at varpa ljós á sálarligu heilsuna. Vit mugu kortini gera enn meiri enn tað.


Tað fyribyrgjandi arbeiðið er eitt tað týdningarmiklasta amboðið, vit hava fyri at basa strongd. Fyribyrgjandi tiltøk skulu setast í verk, áðrenn starvsfólk brenna út, og her kann Klaksvíkar Kommuna bæði sum arbeiðgevari og kommuna vera við.
Ein partur av fyribyrgjandi arbeiðinum er at útgreina, hvat starvsfólk sjálvi kunnu gera fyri at fyribyrgja strongd, so sum at kenna síni strongdartekin, orsøkirnar til hesi og at raðfesta. Ein annar partur er at menna leiðsluna á arbeiðsplássinum til at fanga strongdartekinini og at reagera áðrenn støðan gerst verri.
Starvsfólk, ið eru vorðin strongd, skulu fáa bjóðað hjálp at sleppa úr strongdini og aftur á røttu kós. Tað týdningarmiklasta fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss er, at viðkomandi finnur javnvágina aftur, og at arbeiðslívið kann halda áfram undir heilsugóðum og tryggum umstøðum.


Sálarlig heilsa er ein samfelagsábyrgd, og vil eg virka fyri, at Klaksvíkar Kommuna raðfestir sálarliga heilsu enn hægri. Borgarar í Klaksvíkar Kommunu skulu fáa kunning og amboð til at fyribyrgja strongd, samstundis sum tey, ið hava tørv á hesum, skulu fáa bjóðað røttu hjálpina at sleppa úr strongdini og út aftur í lívið.


Kom og setið sálarliga heilsu á dagsskránna!

 


Rakul Beinirsdóttir Gardar - býráđsvaliđ 2020
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…