Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rógvi Odvørson er ein teirra, ið hevur staðið fram alment og sagt, at hetta at kunna fara til arbeiðis ger tað so nógv betri fyri sinnið. Við øðrum orðum er tillagaða starvið partur av sjálvari viðgerðin | Mynd: kvf.fo

Tak ikki virkishugin frá fólki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2020 - 11:30 Leiðarin Politikkur

Nakað av uppstandilsi hevur verið um ætlanirnar hjá Landsstýrinum um at minka lønarískoytið til tey, sum eru í tillagaðum starvi, áður rópt vart starv. Sjálvandi skulu útreiðslurnar altíð eftirhyggjast, men vit mugu ikki spara okkum út í óføri við at gera tað fíggjarliga óattraktivt at vera virkin sum longst á arbeiðsmarknaðinum. Tað tapa bæði land og fólk uppá í longdini.

Útreiðslurnar til fyritíðarpensiónistar eru 265.490.000 krónur. Og hóast upphæddirnar til tillagað størv í summum førum eru hægri enn satsirnir fyri fyritíðarpensiónir, so kann ongin ivi vera um, at tillagaðu størvini løna seg aftur, og væl og virðiliga tað. Har fyritíðarpensión er nærum ein rein útreiðsla, eru tillagaðu størvini íløgur, ið geva avkast, ikki bert fyri starvsfólkið í tillagaða starvinum, men fyri arbeiðsplássið, samfelagið og í formi av minkaðum útreiðslum eisini fyri heilsuverkið.

Longu í fyrsta liði lønar tað seg betur av at hava fólk í tillagaðum starvi, tí har gjalda fólkini í tillagaðum starvi meira í skatti, og tá langt frá bert av almenna lønarískoytinum. Arbeiðsgevarans partur verður eisini skattaður, og tann skattainntøkan hjá tí almenna er ofta hægri enn skatturin av eini fyritíðarpensión, ið er fult og heilt goldin av tí almenna, gevur.

Í øðrum liði skapar tað meira umsetning í samfelagnum, at hesi fólkini eru forbrúkarar á hædd við tey fult virkisføru. Tað skapar eina multiplikatoreffekt, har somu pengar verða brúktir fleiri ferðir ígjøgnum ta búskaparligu ringrásina. Samstundis eru tey aktivt við til at skapa nýggj samfelagsvirðir. At gera fyrimunirnar við at fara uppá fyritíðarpensión størri enn við at átaka sær eitt tillagað starv fer at gera fólk til passivar kontanthjálpmóttakarar, sum bert fáa eina fasta veiting, ið er væl minni og tí eisini setir minni av avleiddum virksemi í gongd.

Í triðja lagi bendir alt á, at fólk, sum eru óvirkin, útvikla fleiri fylgisjúkur sum fylgju av einum passivum lívsstíli. Fyrst og fremst kann tað viðføra tunglyndi, tí tey fáa eina kenslu av, at samfelagið ikki hevur brúk fyri teimum og bara forsyrgir teimum. Summi kunnu føla seg sum eina byrðu. Av tí at hesi fólkini longu hava skerdar førleikar, er hetta steinur oman á byrðu. Umframt tunglyndi kann tað eisini geva aðrar fysiskar lívsstílssjúkur sum sukursjúku, yvirvekt og versnandi konditión.

Munandi betri er, at so nógv sum gjørligt av fyritíðarpensiónunum verður brúkt til at gera gagn við úti í vinnulívinum. Sjálvandi ikki sum beinleiðis vinnustudningur, men við at hildið verður fast um lønarískoytini til tillagað størv, soleiðis at vinnan fær arbeiðsmegi, sum vinnan so rindar sín rímiliga part av, t.e. fyri ta tíðina, sum starvsfólkini eru til arbeiðis á arbeiðsplássinum, og landskassin so rindar fyri hin partin.

Hervið er ikki sagt, at onki skal kunna broytast og at upphæddirnar til tillagað størv eru ritaðar í stein og aldrin mugu nertast aftur. Men endamálið má altíð vera at halda fólk virkin sum mest og sum longst, tí av tí vera vit øll vinnarar: Arbeiðsgevarin fær neyðuga arbeiðsmegi, samfelagið ger eina íløgu heldur enn eina útreiðslu, borgarin sjálvur fær munandi hægri lívsgóðsku, og í síðsta enda sparir heilsuverkið pening við færri útreiðslum til lívsstílssjúkur og tað, ið verri er.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB