Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Lygnari fyri Várharra

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  06.11.2020 - 19:29 Poddar Politikkur

Í Degi og Viku sigur føroyski uttanríkismálaráðharrin, at hann tekur undir við kristindóms- og demokratihugsjónunum hjá Trump forseta. Í so máta hevur hann fjøldina av teimum evangelisku í USA við sær, sum halda at núverandi amerikanski forsetin er ein gáva frá Guði.

Í tíðindunum í morgun (6. november) frættu vit, at fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir steðgaðu beinleiðis sendingini frá tíðindafundinum hjá Trump, har hann legði amerikansku atkvøðuteljararnar undir at snýta, hóast als ongi prógv eru fyri hesum. Somuleiðis hevur Twitter sett frámerki við fleiri av tweetini hjá amerikanska forsetanum, tí tey meta at onki hald er í tí, sum hann sigur.

New York Times hevur skrásett allar lygnirnar hjá Trump, og eru tær túsundtals. Hann er vorðin tiltikin fyri at fara lættliga um sannleikan, og fyri ikki at smæðast fyri at lúgva upp í eyguni á fólki.

Trump hevur á æviskeiði sínum ikki sýnt kristindóminum stórvegis áhuga og livað eitt lív, sum tey flestu evangelisku kristnu høvdu mett at verið syndugt og andskræmiligt. Dokumentarsendingarnar, ið hava verið at sæð á DR2 júst nú, hava sýnt hann sum ein alt annað enn heiðurligan handilsmann. At siga at hann hevur snýtt og bedrigið er vandamikið, tí hann hevur ein her av seks túsund sakførarum at verja seg, og tað kann gerast dýrt at finnast at honum.

Men tað er eitt, ið Trump dugir betur enn nakar annar, og tað er at nýta fjølmiðlarnar til egið gagn. Hann hevur vundið fjølmiðlarnar um sín egna lítlafingur. Fjølmiðlafólkini hava runnið aftaná honum, og tað vóru fjølmiðlanir, eisini CNN, ið slættaðu vegin fyri honum inn í Hvítu Húsini.

Nú móti endanum er tað við at gerast greitt, sjálvt fyri hansara egnu, at hann er ein hóttan móti fólkaræðinum, at hann er eitt skendsil fyri demokratiið. Hann sýtir fyri at góðtaka demokratisku spælireglurnar. Hann leggur sítt egna fólk undir at snýta og bedraga, uttan at hava prógv fyri tí. Slíkur málburður er ikki einum demokratiskt valdum forseta verdugur.

Tey evangelisku jubla, tí at Trump er Pro-Life.  Men hví er hann Pro-Life? Jú, tað er fyri at fáa atkvøðurnar hjá teimum evangelisku, og bara tí. Tey spyrja ikki hvørji hansara motiv eru. Tey siga bara sum jesuittarnir á sinni, at ”hensigten helliger midlet”.

Tey jubla, tí Trump hevur flutt sendistovuna til Jerusalem!  Men hví hevur hann gjørt tað? Er tað av nývaktum átrúnaðarligum orsøkum? Nei, tað er fyri at fáa atkvøðurnar hjá teimum evangelisku. Hann hevur brúkt og misnýtt tey, eins og hann hevur brúkt og misnýtt óteljandi onnur ósek og góðtrúgvandi.

Trump hevur keypt helvtina av amerikansku veljarunum við einum ófíggjaðum skattalætta, sum ger USA til mest skuldarbundna landið í heiminum, í lummanum hjá kinesiskum fíggjarstovnum, sum tó ikki hava ráð til at lata USA fara á heysin, tí amerikanski búskapurin er ov stórur, og bara tí,

Men um so er, at Trump er kristiliga og demokratiska fyrimyndin hjá núverandi samgongu, so sigi eg bara sum Húshamar á sinni: ”Guð forbarmi seg fyri Løgtinginum!”

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu