Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góðar ætlanir

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  08.11.2020 - 19:52 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað er nógv, sum vit ynskja at føra út í lívið. Helst kann okkurt bíða. Annað skulu vit ikki drála við. Sjálv vil eg, um eg verði vald, síggjast aftur í nøkrum jaligum og spennandi broytingum í Klaksvík og í Norðoyggjum.

Býráðsarbeiði vil altíð vera góðar ætlaðir. Og at lurta eftir frálíkum hugskotum frá borgarum.  Líkamikið um tú ert í samgongu ella ikki. Eg vil vera ein rødd hjá fólkinum. Og arbeiða fyri tí, sum kennist rætt og gagnligt.

Hetta er okkara heimstaður. Her at pláss fyri øllum. Tað góða samanhaldið styrkir okkum. Bæði í viðgongd og mótburði. Politikkur er at skipa fyri og finna loysnir. Men allarmest at hjálpa har,  ið tað treingist mest.

Undan valinum hevur verið eitt sindur tosað um mistrivnað á eldraøkinum og manglandi játtanir. Sjáldan eru øll nøgd.

Men sjálv havi eisini átt aldrandi ommur og abbar í Klaksvík. Og eg eigi framvegis eina ommu, sum í dag býr á Norðoya Vistarheimi. Eg veit, at  starvsfólkini hava eitt stórt hjarta við í sínum arbeiði. Tað verður í kommuni hugsað um tørvin á eldraøkinum  og eisini gjørt eitt stórt og lynnandi arbeiði, sum avvarðandi eru glað og takksom fyri.

Tó er onki so gott, at tað ikki kann verða gjørt betri. Vit skulu royna at uppfinna ódýrari og meiri tíðarhóskandi loysnir. Røktar- og ansingararbeiði kann í fleiri førum verða skipað øðrvísi. Tey gomlu klaga sjáldan um umstøðurnar, men ynskja fyrst og fremst ta góðu dagligu samveruna, umsorgan og virðing.  

Grivið er grivið. Bygt er bygt.  Tað sum er farið, er farið. Men ongin skal forða okkum í, at vit gera tingini smidligari og betri frameftir   

Klaksvíkar Býráð skal vera fyrimyndin. Tað góða heimið. Tann tryggi karmurin hjá okkum øllum.

Men meðan vit bíða. Og hugsa stórar tankar um framtiðina. Um alt sum skal útfyllast, byggjast og gerast í kommuni, og sum ivaleyst eisini fer at kosta nógvar pengar, ja, so ætli eg mær at royna at fáa nakra skattakrónur í umfar her í Klaksvík. Sum skulu síggjast aftur í einum fríðkaðum og ódálkaðum umhvørvi. Í gonguteigum og súkklubreytum. Í einum hugnaligum og grønkandi býi. Í einum livandi og læruríkum skúlaumhvørvi. Í kátum og frískum ungdómi. Í vælnøgdum borgarum, sum altíð skulu sleppa til orðanna og vera við til at skapa og mynda heimstaðin.  

Og tað skal sjálvandi vera gott at gerast gamal her í Klaksvík. Í øllum førum er tað vert at steðga á nú. Njóta alt tað góða, sum býurin hevur at bjóða. Meðan vit spyrja, um tað er nakað, sum vit kunnu gera øðrvísi. Hvat skal koma burturúr tey næstu fýra árini. Og hvørji mál hava veruliga týdning í okkara lívi.  

Saman við tær vil eg gera mítt besta.   

Annika S. Biskopstø,

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina