Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virðiligar umstøður til børn og starvsfólk á dagstovnaøkinum

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir Joensen  |  09.11.2020 - 18:10 Kommunuval 2020 Politikkur

Eitt av mínum fremstu hjartamálum, er at uppraðfesta dagstovnaøkið og ikki minst, serøkið á dagstovnunum.

At raðfesta eitt spæliland haldi eg er ein so stór vanvirðing ímóti bæði okkara børnum, ið ganga á stovnum sum eru niðurslitnir, og ímóti starvsfólkunum, sum í fleiri ár hava gjørt vart við tørvin á uppnormering og fyrireikingartíð.

Vit krevja av teimum, at tey skulu læra og menna okkara børn, vera nærverandi og geva teimum alt tað teimum tørva, samstundis sum fysisku karmarnir ikki eru til tað, og hendurnar og tíðin manglar.

Tá avgerðin bleiv tikin um at allur árgangurin av børnum, sum skulu í skúla árið eftir, skal savnast úti í Fjallafípuni, er serøkið ikki tikið við. Tað er so nógv í hesi avgerðini, ið ikki er gjøgnumhugsað, og nógv av tí kemur ikki til sjóndar fyrr enn seinni, tí hetta bleiv gjørt so knappliga.

Serstovan Perlan í Barnahúsinum Margit er ein sólskinssøga, men glottin er bara ov lítil. Fleiri serstovur mugu til. Sum eg plagi at siga: Tað er ikki børnunum tað er galið við, tað eru umstøðurnar.

Vit mugu uppraðfesta dagstovnaøkið, og hoyra og lurta eftir starvsfólkum og foreldrum. At innhugsa ymisk sløg av serstovum runt um, til tey børnini, ið av ymsum orsøkum tørva tað. Hetta so at øll børn fáa umstøður at trívast og blóma har tey eru, og soleiðis sum tey eru.

 

Við vón um tína vælvild og álit til býráðsvalið 10. november.

Blíðar heilsanir

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Er bilurin klárur til veturin?
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…
Geza Turi og Ragnar Poulsen halda fram
Jens Pauli Poulsen til KÍF
KSS: Úrslit av tøttum samstarvi
Elding Business yvirtekur Arctic Import…
Heyst­fagnaður á Eiði: Heyst Kviss í Lækn…
Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kall…
Kári millum Garðarnar vitjar Norðlýsið
12 umsóknir til starvið sum stjóri í Hei…
Vestergaard segði satt