Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ungdómin í hásæti

SKRIVAÐ: Anfinn Hansen  |  09.11.2020 - 20:29 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindi

Klaksvíkar kommuna eigur at nøra um okkara virðismiklasta tilfeingi – Ungdómin!

Í okkara ungu finst ein lívsneisti, eitt áræði og kæti, sum eigur at verða virt, stimbrað og ment. Norðoya ungdómur skal mennast og nørast í einum kveikjandi, góðum og undirhaldandi ungdómsumhvørvi fyri øll, í Klaksvík.

Í løtuni hava vit fleiri tilboð til teirra ungu. Eitt gott ungdómshús, frítíðar- og itrottarfeløg, kvøldskúla av ymiskum slag o.a., men ein stórur partur av okkara ungdómi leitar sær aðrastaðni til ymiskt í vikuskiftunum og um kvøldarnar.

Um eg veri valdur í býráði á valdegnum í morgin, so fari eg at arbeiða fyri at menna enn fleiri tilboð til okkara ungdóm, soleiðis at ungdómurin hevur støð at savnast bæði mitt í viku og í vikuskiftinum. Kommunan verður viðspælari at nøra eitt ungdómsumhvørvi og náttarlív til øll, bæði mitt í viku og somuleiðis um vikuskiftini.

Um okkara ungdómur kennir seg virdan, hoyrdan og hevur góð minnir við sær, um ein blómandi ungdómstrivnað í Klaksvík, so eru útlit fyri, at hesi venda aftur júst á hendan stað seinni í lívinum, við vón um júst sama ungdómstrivnað, sum tey vuksu upp í!

Tí ungdómurin myndar okkum framtíðina!

X við meg á lista E

Anfinn Hansen, valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð