Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl Johansen og Frimodt Rasmussen avmyndaðir beint eftir døgverða ígjár, áðrenn teir fóru inn í kappróðraneysti í Árnafirði at samráðast við Fólkaflokkin. Við einum løgtingslimi valdum í august mánaða í fjør og borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu í gjár eru Norðoyggjar vorðnar ein sambandsháborg uppá lítið meira enn eitt ár. | Mynd: Jóhann Lützen

Karl Johansen gjørdi tað ógjørliga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.11.2020 - 10:40 Leiðarin Politikkur

Um onkur fyri 5, 10 ella 20 árum síðani segði, at í 2021 var ein sambandsmaður borgarstjóri í Klaksvík, so hevði ongin trúð tí. Vanliga hevur tað verið um reppið, um Sambandsflokkurin í heila tikið er komin inn um býráðsgátt, og oftari enn ikki hevur svarið verið nei. Nú stendur einsamalli maðurin á sambandslistanum við bæði lyklunum til býráðshúsini og við borgmeistaraketuni. Men hvussu bar tað til?

Tað var ein røð av bæði væntaðum og óvæntaðum hendingum, sum førdu til hetta. Tað sum var væntað, var framgongdin hjá Fólkaflokkinum og afturgongdin hjá Tjóðveldi. Bæði høvdu sítt at siga fyri borgmeistaratilnevningina. Afturgongdin hjá Tjóðveldi byrjaði um aldarskiftið og hevur staðið við og versnað seinastu 20 árini. Tað er neyvan vegna nakað, sum býráðslimirnir hava gjørt, men er uttan iva fyrst og fremst serliga vegna landspolitikkin.

Fólkaflokkurin er tann, sum hevur yvirtikið flestar veljarar vegna hesa gongdina. Hann hevur havt eina stútta og støðuga framgongd til flestu valini, og tað er yvir alla linjuna, t.v.s. til bæði løgtings-, fólkatings- og býráðsval. Um nakað, so var framgongdin til hetta valið minni enn væntað. Til fólkatings- og løgtingsvalini í fjør var tað um reppið, at Fólkaflokkurin fekk helmingin av atkvøðunum, men til hetta kommunuvalið fekk hann ”bara” góð 36%, ið tó framvegis var ein framgongd.

Tí var tað ótrúliga trupult at koma rundan um Fólkaflokkin í býráðnum. Skuldi tað henda, mátti øll restin av býráðnum vera samd um at útihýsa Fólkaflokkinum, sum tá hevði verið einsamallur í andstøðu. Fólkaflokkurin sat tí við sera góðum kortum á hondini, men endaði kortini ikki í borgarstjórasessinum.

Ein orsøk er uttan iva tann, at longu valkvøldið fór Javnaðarflokkurin í býráðnum at gera tað, hann kundi, fyri at halda fram í samgongu. Signhild Johannesen beyð nú fráfarandi borgarstjóra, Jógvani Skorheim, at halda fram í borgarstjórasessinum í eini 4-flokkasamgongu millum Javnaðarflokkin, Sjálvstýrið, Tjóðveldi og Sambandsflokkin. Men eftir øllum at døma varð gjørd rokning uttan vert viðvíkjandi Sambandsflokkinum.

Hugsandi er, at Fólkaflokkurin hevur hildið hetta verið ein realistiskan møguleika og tí hevur lagt nógv fyri fyri at fáa antin Sambandsflokkin ella Tjóðveldið umborð fyri at fyribyrgja hesum. Flokkurin hevur helst roknað tað sum ein realistiskan møguleika, at Jógvan Skorheim fór at taka av borgarstjórasessinum. So samráðingarnar við Sjálvstýrið í Árnafirði vórðu av ongum, meðan Sambandsflokkurin var til dystin fús og tók beinanvegin av møguleikanum.

Her hevur Sambandsflokkurin veruliga skotið papageykin. Frá at vera tann ævigi outside’arin í býráðspolitikki í Klaksvík, og áðrenn tað í Norðoya Valdømi, hevur flokkurin nú bæði løgtingsumboð og borgarstjóran í Klaksvík, sum er snarað ógvusliga sambandsvegin – uttan iva sum avleiðing av afturgongdini hjá mótpolinum Tjóðveldi. Í býráðspolitikki eru hesi tó ikki mótpolar, men koma at samstarva í býráðssamgonguni.

Hinvegin stendur Fólkaflokkurin ikki sterkur í hesi myndini. Hann eigur nærum helvtina av býráðnum, men megnaði ikki at peika á ein veruligan borgarstjórakandidat. Longu valkvøldið var toppskorarin á Lista A víkjandi og vildi ikki siga ja ella nei til borgarstjórasessin. Hetta bendir á, at tað er komið óvart á Atla Justinussen, at hann fekk flestar atkvøður. Áhugavert er eisini, at Gunvá við Keldu, ið hevur verið borgarstjóri áður, ikki var í uppskoti hesa ferð.

So hóast Fólkaflokkurin vann valið stórt, so kom hann ikki væl frá telvingini um býráðssamgongu. Ein orsøk var, at hann óttaðist at missa alt á gólvið, og eftir at hava sitið í andstøðu rættiliga leingi nú, hóast størsti flokkur, er tað skilligt, at hann vildi fara langt fyri at tað ikki skuldi endurtaka seg. 

Sjálvstýrið, ið hevur átt borgarstjóran seinastu setuna, fóru úr fýra býráðslimum niður í tveir. Persónligt var valið bæði gott og ringt hjá borgarstjóranum Jógvan Skorheim. Hann fekk flestar atkvøður av øllum uppstillaðu til býráðsvalið hesaferð við 401 persónligum atkvøðum. Tað er næstbesta úrslitið nakrantíð í Klaksvíkar kommunu og besta úrslitið eigur Jógvan Skorheim eisini við 729 persónligum atkvøðum, ið hann fekk á valinum seinast. Hetta merkir tó samstundis, at afturgongdin hjá borgarstjóranum var 328 atkvøður hesaferð, sum eru fleiri atkvøður ein skal fáa fyri at vinna ein býráðslim. Hin atkvøðuslúkurin hjá Sjálvstýri Kristian Eli Zachariassen stillaði ikki upp aftur hesa ferð, hann fekk 103 seinast og verða tær lagdar aftrat, so fáa vit eina góða hóming av afturgongdini hjá Sjálvstýri.  

Tjóðveldi bæði tapti og vann. Roknast kundi við eini ávísari afturgongd, tí tendensurin hevur verið greiður til undanfarin val. Og afturgongdin kom eisini, men hon var ikki so stór, sum ein kanska kundi vænta, og nógv minni enn hvat hon var til fólkatings- og løgtingsvalini í fjør. So til ber varisliga at siga, at Tjóðveldið hevur tikið ferðina av afturgongdini og møguliga kann steðga henni heilt, nú flokkurin hevur fingið umboð í býráðsmeirilutanum.

Niðurstøðan á valinum kann tí illa vera onnur enn hann, at Fólkaflokkurin vann sjálvt valið, meðan Sambandsflokkurin vann talvið aftaná.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB