Lýsing
Lýsing
Lýsing

Casting til TROM

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.11.2020 - 09:40 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Føroyska krimisendirøðin TROM leitar nú eftir leikarum - føroyingum eins og útlendingum - til fleiri fjølbrottar leiklutir.

Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins
og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum - ungum sum gomlum.

Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.

Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska
framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni
av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá
Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til rannva@kykmyndir.fo við yvirskriftini
“TROM Casting,” eini mynd og hesum upplýsingum: navn, aldur, kyn og hædd. Síðani fær
ein nærri upplýsingar um upptøkuroyndirnar sjálvar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið