Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu hevur tú tað? 2019

SKRIVAÐ: Fólkaheilsuráðið  |  23.11.2020 - 08:31 Tíðindaskriv

Í fjør gjørdi Fólkaheilsuráðið eina stóra fólkaheilsukanning, sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum. Spurnakanningin varð send til uml. 6000 tilvildarliga valdar føroyingar, og umleið 3000 valdu at taka lut í kanningini. Henda kanning er ein av størstu spurnakanningunum, ið er gjørd í Føroyum, og tí er hon eitt gott grundarlag fyri at staðfesta heilsustøðu og trivnað hjá føroyska fólkinum.

 

Samanumtikið kunnu vit yvirskipað siga, at vit føroyingar halda okkum hava eina góða heilsu, og vit meta okkum í størri mun hava eina góða heilsu samanborið við Danmark. Tó eru tað fleiri ung, ið stríðast við eina ringa sálarliga heilsustøðu. Tað eru eisini tey ungu, ið kenna seg tyngd av síni fíggjarstøðu og bústaðarstøðu og hava tað truplari at gjalda rokningar enn tey eldru. Somuleiðis síggja vit, at tey, ið hava eina ringa sálarliga heilsustøðu eisini hava trupulleikar við svøvni og í størri mun taka pínustillandi og nervastillandi heiligvág. Samstundis síggja vit ein neiligan samanhang í millum ringa sálarliga heilsustøðu og heilsuvanar. Altso at tey, sum hava sálarligar trupulleikar í minni mun hava góðar heilsuvanar.
Tá tað kemur til heilsuvanar, so er rúm fyri bata á fleiri økjum, serliga tá tað kemur til vekt, rørslu og royking. Sum gongdin við heilsuvanum er nú, so er ikki til at siga, um vit í Føroyum halda fram við at meta okkara heilsustøðu at vera góða.

Lands- og kommunaluleiðslurnar, umframt at samfelagið sum heild eigur at taka hesa vitan til eftirtektar og leggja til rættis eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur eigur at vera lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum, umframt á skipaðan hátt at steðga ógvusligu økingini í yvirvekt, sum hongur saman við sera ringum kostvanum og kropsligum óvirkni. Eisini eiga tøk at vera tikin politiskt fyri at fáa talið á roykjarum longur niður.

Fólkaheilsuráðið hevur ítøkiligar ætlanir at betra um hesi viðurskiftini, men hetta krevur fyrst og fremst politiskan vilja frá allari politisku skipanini og eitt vælskipað samstarv ímillum stovnar í øllum landinum.

 

Tak frágreiðingina niður her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti