Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvøða til Steinbjørn O. Jacobsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2020 - 10:00 Leiðarin Politikkur

Tjóðveldismaðurin Steinbjørn O. Jacobsen leggur nú frá sær sum býráðslimur. Hetta má sigast at vera eftir drúgva tænastu, tí tilsamans hevur hann sitið í býráðnum í 24 ár, 8 av teimum sum borgarstjóri. Steinbjørn er kendur sum ein sera fólksligur maður, eins og fyri sín serliga alsk til Klaksvíkina, har hann helst vil vera, so leingi og ofta, hann kann.

Steinbjørn Oluf Jacobsen varð føddur tann 30. oktober 1948 og er sostatt 72-ára gamal. Hann er múrari av professión, men ein triðing av sínum lívi hevur hann vígt at tæna Klaksvíkini sum býráðslimur. Og hesin triðingurin av lívi hansara kann aftur býtast sundur í triðingar: Ein triðing hevur Steinbjørn verið borgarstjóri, ein triðing hevur hann verið varaborgarstjóri og tann seinasta triðingin hevur hann sitið í andstøðu.

Steinbjørn varð fyrstu ferð valdur í Býráðið í verstu krepputíð. Hetta var á heysti í 1996. Hóast hann var nýggjur í býráðnum, gjørdist hann beinanvegin varaborgarstjóri undir Jógvani við Keldu úr Fólkaflokkinum sum borgarstjóra. Longu valið eftir gjørdist Steinbjørn borgarstjóri, tá í samgongu saman við Javnaðarflokkinum. Og kommunuvalið eftir tað varð aftur funnið saman við Fólkaflokkin í býráðnum, men hesa ferð við Steinbirni sum borgarstjóra.

Síðani kom fyrsta setan í andstøðu í 2008. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørdu býráðssamgongu uttan um Tjóðveldisflokkin við Gunvá við Keldu sum borgarstjóra, men hetta skuldi bert vera í eina setu, so var Tjóðveldi aftur inni í hitanum, og Steinbjørn gjørdist aftur varaborgarstjóri 2012-2016. 

Í 2016 hevði Tjóðveldi ikki eitt gott val og fekk bert eittans umboð inn í Klaksvíkar Býráð. Og tað sigur sera nógv um Steinbjørn O. Jacobsen, at hann skuldi gerast hetta eina umboðið fyri flokkin. Tí Steinbjørn er sera fólksligur og nógv avhildin av borgarunum í Klaksvík.

 

Har eru óteljandi varðar eftir Steinbjørn í kommununi. Tað umgongst ikki at tosa um, hvussu framúr væl og skjótt hann sum borgarstjóri megnaði at broyta býin og fyrireika veganetið til at taka ímóti Norðoyatunlinum, sum læt upp fyrstu ferð fyri almennari ferðslu tann 29. apríl 2006. Annað týðandi framstig, sum kommunan gjørdi undir leiðslu av Steinbjørn, er læknamiðstøðin við Sandin. Tað var somuleiðis meðan Steinbjørn var borgarstjóri, at Húsið sá dagsins ljós – eitt tilboð, sum sanniliga hevur havt stóran týdning fyri trivnaðin millum ung í Klaksvíkar kommunu. Tað var eisini meðan Steinbjørn var borgarstjóri, at orðið ansingartrygd í Klaksvíkar kommunu veruliga gjørdist eitt slagorð, og er tað enn í dag, so her hevur Steinbjørn sanniliga slóðað fyri. Sambýlið á Heygnum varð tikið í nýtslu av Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra, sum hevði ein sentralan leiklut í at fremja hesa verkætlanina, ið varð sett í verk stutt undan, at hann tók við sum borgarstjóri, og tað var eisini í hansara tíð sum borgarstjóri, at tær 24 íbúðirnar undir Kráarbrekku vórðu tiknar í brúk.

 

Tað var eisini meðan Steinbjørn var borgarstjóri, at kunningartænastan Miðlan varð sett á stovn. Tað var hendan vegin, at undirritaði kom at kenna nærverandi, heita og skemtingarsama mannin á fyrsta sinni og síðani eisini nøkur ár seinni hittust vit aftur, hesaferð báðir. sum býráðslimir fyri Tjóðveldisflokkin. Steinbjørn var tann royndi og fyrikomandi fyrimyndin; altíð við tí góða orðinum og altíð góður í ráðum.

Í 2017, tá Strandfaraskip Landsins fyltu 100 ár, útnevndi SSL Steinbjørn sum ”Óalmennan føroyameistara í pendling”. Tí Steinbjørn er helst ein tann, ið hevur merkt samferðslubroytinginarnar best. Miðskeiðis í 1960’unum pendlaði hann longu við Pride mánamorgun longu leiðina til Havnar, har hann var í læru sum múrari, og aftur leygardag til Klaksvíkar. Steinbjørn hevur sjálvur sagt, at um tað hevði verið gjørligt tá, hevði hann pendlað hvønn dag. So stórur er alskurin til Klaksvíkina. Og tá tað bar til í fyrru helvt av 1980’unum, gjørdi hann tað. Síðani 1984 og fram til hann gjørdist borgarstjóri, fór Steinbjørn við Ternuni ella Dúgvuni á morgni, víðari við Bygdaleiðum, og aftur seinnapartin.

Livibreyðspolitikara kann ongin siga Steinbjørn nakrantíð at hava verið. Tað vitna allir teir mongu varðarnir eftir hann týðiliga um. Hann var millum stigtakararnar at fáa ta fyri allar Norðoyggjar so týðandi Norðhavnina framda. Og hóast tað er ógjørligt at nevna øll hansara avrik á hesum stutta plássi, so slepst ikki undan eisini at nevna Bussleiðina, ið Steinbjørn eisini eigur sín stóra leiklut í. Steinbjørn hevur gjørt Klaksvíkina til ein framkomnan og umhvørvisvinarligan bý, og tað er als ongin sjálvfylgja, at ein býur við so nógvum vinnulívi eisini er umhvørvisvinarligur.

Tað er tí ein Klakksvíkingur við ikki bert stóra K, men við fýra K’um, sum nú fær eitt væl uppiborið otium eftir trúgva og drúgva tænastu. Vit á Norðlýsinum vilja ynskja Steinbirni Olufi Jacobsen blíðan byr á lívsleiðini framyvir, og eina stóra tøkk fyri tíðina í Klaksvíkar tænastu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…