Lýsing
Lýsing
Lýsing

Litrík høli mitt í býnum

SKRIVAÐ: LGTB Føroyar  |  30.11.2020 - 08:19 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

LGBT Føroyar hevur fingið høli í miðbýnum í Tórshavn frá Tórshavnar Kommunu. Tískil vilja vit fegin takka Anniku Olsen, borgarstjóra, Gunvør Balle, varðaborgarstjóra, og øllum tykkum, sum hava myndað býráðið seinastu 4 árini fyri gott samstarv, fyri at hava vígt samkynd og fyri hølini í Tórsgøtu 16.

Í vikuni fekk LGBT Føroyar hølini á 3. hædd í Tórsgøtu 16. At vit nú verða sjónlig í býarmyndini í høvuðsstaðnum er eitt jaligt tekin um, at høvuðsstaðurin rúmar øllum.

Hølini í Tórsgøtu geva okkum møguleika at vaksa og fjølltátta okkara virksemi. Vit hava eina virkisfýsna nevnd, sum við røttu kørmunum kann gera eitt enn munadyggari arbeiði. Vit síggja hølini í Tórsgøtu sum eina fortreyt fyri víðari menning av okkara felagsskapi og arbeiðnum fyri einum fjøllbroyttum samfelag, har tú kanst liva og virka júst sum tann, tú ert.

Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, og vera við til at skapa ein enn betri og fjøllbroyttari høvuðsstað, har øll kunnu kenna seg væl og vælkomnan.

LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at betra um sálarheilsuna og trivnaðin hjá LGBTarum. Vit hava sett okkum sum mál, at ongin LGBTari skal kenna seg einsamallan, og at LGBTarar skulu hava eitt stað at leita sær til fyri at fáa hjálp og ráðgeving.

Vit hava í rúma tíð arbeitt við eini verkætlan, sum bæði er heilsufremjandi og fyribyrgjandi í mun til sálarheilsuna hjá LGBTarum, og nú, vit hava fingið høli frá Tórshavnar kommunu, fer henda verkætlan av bakkastokki komandi ár. Meira verður at frætta um hetta fyrst í nýggja árinum

Vit í LGBT Føroyar eru takksom fyri samstarvið við Tórshavnar Kommunu og vóna, at tað verður eins gott, tá vaktarskiftið verður á Vaglinum.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara