Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar

SKRIVAÐ: Føroya Pedagogfelag  |  30.11.2020 - 14:47 Politikkur Tíðindaskriv

Í hesum døgum skal Løgtingið taka støðu til uppskot til samtyktarum, at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Tað er ovurhonds stórurtørvur á fleiri námsfrøðingum. Í somu samtykt verður hugt eftir møguleikanum at skipa útbúgvingina øðrvísi, soleiðis, at hon tekur størri hædd fyri dagatovna- og/ella sosialnámsfrøði.

Í løtuni tekur námsvísindadeildin 35 lesandi inn um árið. Av hesum koma umleið 25 út á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðin um árið. Hetta er eitt ov lágt tal, tí fráfallið av námsfrøðingum er eins stórt, ella hægri. Fráfallið er bæði náttúrligt fráfall vegna aldur, men eisini velja námsfrøðingar at arbeiða á øðrum øki. Hagtøl hjá Pedagogfelagnum vísa, at komandi 10 árini røkka umleið 17 námsfrøðingar um árið eftirlønaraldur. Talið á hjálparfólkum, í sama aldri, er nakað hægri.

Vit síggja, at tað støðugt eru nógvar umsóknir eftir námsfrøðingum. Um ein hyggur ígjøgnum umsóknirnar á teimum ymisku starvsportalunum sæst, at í løtuni verður søkt eftir 25-30 námsfrøðingum. Av hesum eru flestu størvini niðursetta tíð. 

Tað er ein ónd ringrás, ið ongan enda fær, sum nú fer fram. Tað, at tað er so stórur eftirspurningur eftir námsfrøðingum, og at ikki nóg nógv verður sett við, skapar eina ónda ringrás. Tá stovnur A søkir eftir einum námsfrøðingi, kemur hann frá stovni B. Síðani má stovnur B søkja eftir námsfrøðingi, ið kemur frá stovni C, sum so má søkja víðari. Hetta skapar eitt umhvørvið við áhaldandi útskifting í starvsfólka hópinum, á stovnum runt landið. Tað er givið, at trupult er at leggja lagtíðarætlanir við barnið/borgara, tá útskiftingin av starvsfólki er áhaldandi. Kanning hjá Pedagogfelagnum í september 2020 vísir, at 60% av námsfrøðingunum hava verið í núverandi starvið í styttri enn 6 ár.

Tað er stórur tørvur á námsfrøðingum, men tað er trupult at siga júst hvar størsti tørvurin er. Á dagstovnaøkinum er lógarfest, at minst 2/3 av starvsfólkunum skulu verða námsfrøðingar, meðan í mesta 1/3 kunnu verða ófaklærd. Fyri at liva upp til hesa lógarásettu normering, er mangulin uml. 350 fulltíðar námsfrøðingar/ársverk. (Kelda mmr.fo/logting.fo)

Innan Almannamál/Almannaverkið og í fólkaskúlanum er eingin lógaráseting um normering eftir fakøkið. Tí er trupult at meta um ítøkiliga tørvin. Ein leyslig meting er tó, at um faklærd starvsfólk skuldu verið sett fyri øll tey ófaklærdu, skulu eitt stað millum 200-300 faklærd starvsfólk til.

Vit hava lagt merki til, at í landsins fólkaskúlum koma fleiri og fleiri námsfrøðingar í starv. Námsfrøðingar eru í stóran mun um teir næmingarnir, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á námsfrøðiligari hjálp ella stuðli, fyri at megna skúladagin. Eisini eru námsfrøðingar í forskúlum.

Tað koma alla tíðina nýggjar og kompleksari uppgávur, ið skapa størri tørv á faklærdum fólki. Bæði námsfrøðingum og á øðrum fakøkjum. Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur kemur uttan iva at merkja, at tøvur verður á fleiri starvsfólkum við fakligari útbúgving.

Føroya Pedagogfelag mælir tí Føroya Løgtingið til at seta meirapening av, soleiðis, at til ber at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Somuleiðis hyggja vit jaliga eftir møguleikanum at skapa eina útbúgving, ið tekur størri hædd fyri, um námsfrøðingurin vil arbeiða á dagatovnaøkinum ella sum socialpedagogur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5