Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Norðoyri tendrað

SKRIVAÐ: Marjun Lómaklett Myndir: Dávur Winther  |  01.12.2020 - 13:19 Tíðindi

Í fagrasta jólaveðri varð jólatræið á Norðoyri tendrað í gjárkvøldið við frálíkari røðu hjá Marjun Lómaklett, sóknarpresti og hugnaligun horntónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri.

Vit endurgeva røðuna hjá Marjun Lómaklett niðanfyri:

Jólatræið tendrað úti á Norðoyri 30. nov. 2020, kl. 19.00 v/Marjuni Lómaklett

Fari at byrja við at nýta høvi til at takka fyri heiðurin at verða biðin um at halda røðu her í kvøld, nú jólatræið her á Norðoyri verður tendrað.

Hetta er góð siðvenja, at fólk fáa høvið til at steðga á eitt bil – og eisini at fólk geva sær stundir til at steðga á, meðan jólatræið í bygdini verður tendrað – undir opnum stjørnuhimni – so vakurt hóast tað er ov yvirskýggja til at síggja stjørnurnar júst í kvøld, men vit kunnu ímynda okkum, at handan skýggini lýsa og blaktra stjørnurnar.

Jólatræið hevur sín søguliga uppruna úr Evropa, og er síðani komið til Føroyar av álvara aftaná seinna heimsbardaga. Hetta kunnu vit veruliga gleðast um, tí tað er savnandi, ja fær okkum til at steðga á eitt bil, njóta vakra grøna granntræið við ljósi, ið bera boð um lív og trivna og ikki minst at fáa eina hugnaliga samveru saman við grannum og øðrum góðum fólki.

Eina slíka løtu sum hesa, leita tankar mínir aftur til barnaárini uppi á Brekku í Klaksvík, har nógv varð gjørt burturúr at klippa og líma jólaprýðislutir við alskyns litum – alt frá flættaðum hjørtum og kurvum, kramarhúsum, einglum og stjørnum, - at heingja á træið saman við ymiskt littum ljósperum og onkuntíð livandi ljósi eisini. Eg minnist, hvussu hugtikin og errin eg sum barn var av pyntaða jólatrænum heima í stovuni, ið so stásiliga vakurt prýtt hevði flotta bjarta stjørnu á toppinum. – Og 2. jóladag seinnapart varð dansað um jólatræið, sum vit søgdu, og tá gingu vit børn, familja, vinfólk og grannar kring um jólatræið, meðan jólasálmar vórðu sungnir. ”Barnaminni” eru tiltikin, og eru hetta nøkur framúr góð minni, eg havi av jólunum – við einum heilt serstakum huglagi.

Ásannast má, at tá hugsað verður um hesa ásins tíð, so er hon myrk og kann somuleiðis vera køld, men samstundis er eisini nakað fjálgt og hugnaligt yvir hesum tíðarskeiðinum, har vit kveikja nógvar kertur og tendra jólaperur – innan- sum uttandura - at prýða við, hoyra jólaløg og sum í kvøld “livandi” jólahorntónleik. Ja, tað er veruliga ein heilt serligur hugnaligur dámur yvir øllum.

Gjøgnum tíðirnar hava bæði mong tekin og eyðkenni verið knýtt at jólunum. Men hitt elsta eyðkennið, sum jólini hava, er sjálv Betlehems "stjørnan" – sum altíð skínir bjørt og blonk á jólatræstoppinum!

Hesa bjørtu stjørnu hevur Gud sjálvur gjørt, tá ið hann tendraði hana.

Blonk, rein og skínandi stendur hon hátt á himni – eisini á øllum málningum og listarverkum her hjá okkum og úti í heimi, ið bera boð um jólini og gleðiboðskap teirra.

Henda bjarta Betlehems “stjørnan” gevur okkum ljós, trygd, gleði og vónir, tí hon boðar um hann, sum sigur um seg sjálvan, at hann er ljós heimsins.

Henda jólastjørnan boðar okkum frá einum kærleika, sum vil bjarga okkum menniskjum, -uttan mun til støðu okkara í einum forgongiligum heimi, - so vit skulu sleppa at liva sum børn heima í ævigum bústøðum.

Í allari adventsgleðini er hjartans ynski mítt, at sum Bethlehems “stjørnan” lýsti hirðunum vegin til frelsaran í Betlehem – soleiðis eigur Orð Guds at lýsa okkum vegin til  Frelsaran! - sum Jakob Jakobsen, lærari so væl hevur yrkt í einum av okkara elstu jólasálmum: “Jólaklokkan aftur ringir”. Har sigur hann:

Stjørnur yvir okkum lýsa

bjart sum hina jólanátt,

vilja okkum vegin vísa

til Várharra ljósa slott”.

Fari at enda, at ynskja tykkum góða advent -og eini gleðilig og vælsignað jól!

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki