Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gott Jørgin, men bussarnir eru ikki einasti trupulleikin

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  03.12.2020 - 00:03 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Arbeiðsbilar eru so sanniliga eisini prísaðir út úr tunlinum.

Eg við mínari lítli fyritøku koyri rættuliga nógv millum Klaksvík og mín høvuðsstað og sum príslegan er júst nú so skulu vit, sum nýta vørubil, til at gjalda 600 kr hvønn dag ella 3000 kr eyka fyri hvørja viku vit arbeiða í Havn.

Sum handverkari er tað sjálvandi so at vit kappast við øll onnur at fáa nøkur arbeiðir í okkara høvuðsstaði, eisini í kapping við tey í Havnini og er tað sjálvandi nógv torførari hjá okkum uttanfyri Havnini at vinna í einari prískapping, men vit gera tað!

Tað sigur seg sjálvt at skulu vit nú at innroknað tunnilsgjaldið fyri eitt arbeiði sum t.d. tekur 6 mánaðir so skal eg leggja 18000 kr pr bil, oftani eru tað tveir bilar so tað verur omanfyri 30.000 kr eg skal leggja omaná tann áður so lítla marginalin sum er millum lægsta og næstlægsta tilboð.

Lítlir vørubilar gjalda 300 kr pr dag og er tað eisini alt ov nógv.

Onki av hesum stendur í mát við teir  ca 15 til 20 minuttirnar mann vinnur í tíð og í spardari olju, tískil havi eg bert ein møguleika og er tað framvegis at koyra um brúnna.

Prísirnir eru yvir alt, alt ov høgir og eri eg vissur í at rættuliga nógv akfør eru prísaði út úr Eysturoyartunnlinum.

Jørgin, tú ferð á fund við teir fyrsta dagin, spyr teir: Um tað vísur seg at ov fáir bilar koyra gjøgnum tunnilin og harvið ov lítil inntøka, ætla teir so at seta prísin enn hægri upp fyri at røkka málinum?

Jørgin, Eysturoyartunnil sum kostar kanska omanfyri eina milliard skuldi gjarna veri ein samfelags gagnlig íløga men við hasum príspolitikkinum so mergsúgva teir hvørja einastu gagnliga krónu inn í prosjekti og tað eigur tú sum landsstýrismaður á økinum ikki at lata um teg ganga...góðan fund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan