Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Tí valdi Árni Frederiksberg KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.12.2020 - 13:22 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur tosað við nýggja KÍ-leikaran Árna Frederiksberg.

Tey flestu KÍ-viðhaldsfólkini kenna hann sum ein av torførastu leikarunum, sum KÍ møtir gjøgnum eitt kappingarár. Mangan hevur hann skorað og lagt upp til mál móti KÍ. 28 ára gamli leikarin er tann í føroyskum fótbólti, sum síðani 2012 hevur lagt upp til flest mál (120). Uppleggini hava verið fyri barndómsfelagið NSÍ og síðstu tvey árini fyri B36.

 

KÍ er undangongufelag

Fyrst spyrja vit Árna Frederiksberg, hví valið fall á KÍ.

- KÍ er eitt stórt felag við høgum ambitiónum, ið eg haldi vera øgiliga spennandi. Tað er spennandi at blíva ein partur av. KÍ er kanska tað mest professionella felagið í Føroyum á nógvum økjum. Á summum økjum kann man samanbera HB við KÍ, men annars haldi, eg at KÍ er fremst, sigur Árni Frederiksberg við Norðlýsið.

 

Eysturoyartunnilin lættir um

Árni Frederiksberg kemur at arbeiða og búgva í Havn. Tað hevur ljóðað, at KÍ áður hevur roynt at fingið Árna í sín hóp, men hví bleiv tað nú og ikki fyrr, spyrja vit.

- Tað eru ymiskar praktiskar orsøkir. Ein orsøk var, at eg flutti til Havnar. Nú er tunnilin komin og tað ger tað eitt sindur lættari, hóast eg framvegis búgvi í Havn. Fleiri lið vístu áhuga, men eg tosaði fyrst og fremst við KÍ, sigur Árni.

 

Høgri vongur

Árni hevur spælt á ymiskum plássum, men síðstu árini kenna vit kann best sum høgra vong.

- Eg kom upp í bestu deildina sum vinstri vongur. Í mun til tann spælistílin sum var tá, so riggaði tað væl. Síðani flutti eg yvirum, tá tað bleiv meir álopskendur fótbóltur, har tað bleiv modernað við at hava vinstrabeintar leikarar í høgru síðu og høgrabeintar leikarar í vinstri síðu. Eg havi eisini spælt nakað sum ''10'ari''. Men tað er á høgra vongi, at eg havi mest royndir. Í KÍ kann eg spæla nógv ymisk pláss, men fyrst og fremst er tað nokk sum høgri vongur, at eg eri ætlaður til, sigur hann.

 

 

Verður í betri útgávu í 2021

Hóast 20 málstig í 25 dystum er nógv fyri ein høgra vong, so var 2020 ikki tað besta kappingarárið, sum Árni hevur havt. Í t.d. 2019 var hann millum teir tríggjar, ið fingu flest atkvøður til ársins leikara í deildini.

- Tað er eingin loyna, at hetta var ikki júst mítt kappingarár. Tað eru ymiskar orsøkir til tað uttan at fara at útgreina júst hvat og hvussu. Men har er nógv at betra frá hesum kappingarárinum. So tað verður heilt 100 prosent ein betri útgáva av mær í 2021, sigur Árni, sum vónar at sínar royndir og sítt spæl skal hjálpa KÍ.

- Nú hevur man spælt í nógv ár, so man gevur nógvar royndir. Eisini frá altjóða fótbólti. Og so vóni eg, at mítt fótbóltsstig er á so høgum stigi, at tað eigur at hjálpa liðnum, sigur hann.

 

 

Stórtrívist við Djúpumýrar

Tá vitjandi liðini vitja í Klaksvík, so eru tað ofta profilarnir hjá mótstøðuliðunum, sum áskoðararnir fáa eitt serligt samband til. Árni hevur altíð trivist væl í Klaksvík, har hann kennir nógv fólk.

- Gjøgnum øll árini hevur man altíð hugt í kalendaran, tá kappingin er komin út, um man hevur spælt ein ella tveir dystir í Klaksvík og altíð vónað at fingið tveir. Tí við undirtøkuni, sum er til hvønn dyst við Djúpumýrar, so er tað heilt fantastiskt við øllum áskoðarunum og hvussu nógv verður gjørt burturúr. So eg gleði meg nógv til, at man sleppur at spæla og uppliva tað annaðhvørt vikuskiftið. So ístaðin fyri at áskoðararnir rópa eftir tær, so fara teir nú at rópa og heppa á teg. Eg havi nógv samband við Klaksvík, so kenni eg eftirhondini nógv fólk í Klaksvík. So tað hevur gjørt dystirnar móti KÍ nakað stuttligari, sigur Árni. Hann sigur, at tað eisini hevur verið strævið at spælt móti KÍ.

- Í 2019 var tað øgiliga gott fótbóltsspæl frá KÍ. Tað gekk skjótt og tað blivu runnir nógvir metrar. Í 2020 var góður strukturur á liðnum. Tað var væl skipað og bæði trupult og strævið at spæla ímóti, sigur Árni, á vit spyrja hann um, hvussu tað hevur verið at spælt móti KÍ.

 

 

Hevur meldað avboð til landsliðið

Til fyrstu úttøkurnar hjá nýggja landsliðsvenjaranum, so hevur Árni ikki verið í hópinum, men tað hevur sínar orsøkir.

- Eg tók eitt prát við Håkan Ericson, tá hann bleiv settur. Eg bað hann í fyrstu syftu hyggja burturfrá mær. Tað hevur nakað við praktiskar orsøkir, at landsliðið krevur ov nógv í mun til eitt dagligt starv. Landsliðsvenjarin segði, at hurðin stendur altíð opin. Tað kann vera, at man broytir meining einaferð í framtíðini, men í fyrstu syftu so er tað 100 prosent fokus uppá KÍ og ikki nakað annað, sigur Árni Frederiksberg at enda við Norðlýsið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi