Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

”Alt er relativt”, segði Einstein

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  18.12.2020 - 08:00 Poddar Mentan

Vit eru dúglig at sitera tey stóru og kendu uttan mangan veruliga at vita, hvat tey meintu við. Men hóast hvørki úrmælingur innan náttúruvísund ella støddfrøði, so loyvi mær kortini at siga, at relativitetsteoriin hjá Einstein kannska eisini hevur nakað við tíðina at gera, eisini – hvør veit - tíðina á Stongunum um jóltíðir í gomlum døgum?

Í fyrstuni spurdu tey ikki hvat klokkan var, tí tá vóru ongar klokkur. Sólin ráddi yvir dagslongdini, og ein noyddist at laga seg hareftir, serliga um okkara leiðir, har stórur munur er á dalgslýsi summar og vetur. So komu klokkurnar, kirkjuklokkurnar, ið ringdu sólina upp og niður (í Danmark gera tær tað enn), og boðaðu frá guðstænastum, fíggindavanda, eldsbruna og øðrum. Seinni komu tímagløsini, og tíðin bleiv býtt sundur í gløs, hvørja ferð tú vendi glasinum.

Frá fyrndini vóru eisini sólur, og so komu urini við tveimum  hondum, ið býttu samdøgrið í 24 eins langar tímar. Men, tað var kortini ongin felags tíð fyri ald landið ella økið, hvør bygd og býur høvdu sína klokkutíð, alt eftir hvat urið í lokala borgara- ella kirkjutorninum boðaði fá.  Men tá jarnbreytirnar komu og ferðaætlannir skuldu gerast, bar ikki til at hvør býur hevði sína tíð, og tá (1847) gjørdist tað t.d. í Bretlandi  neyðugt at samskipa allar klokkurnar í landinum. Annars var tað meiningsleyst at hava eina nágreiniliga ferðaætlan við komu og fráferð.

So hvørt sum ferðslan á sjónum øktist og sekstanturin bleiv vanligur sum navigatiónsamboð, so var eisini neyðugt at hava neyv ur, kronometur, umborð, tí annars bar ikki til at orientera seg á havinum. Samskipanin av klokkutíðini byrjaði í Englandi, og bleiv síðani góðtikin kring heimin so við og við – í Danmark í 1894.

Nú eru urini og tíðin samskipað um allan heimin, og klokkan gongur sína gongd, samdøgrið er 24 eins langar tímar, og hvør tími eins langar 60 minuttir. Teir dagarnir tá klokkurnar fortaðu ella gingu ov seint eru farnir; nú er alt digitalt, præcist og nágreint.

Men øll hava vit kortini upplivað, at hóast digitala urið náðileyst heldur sína tíð, so kennast øll samdøgur og allir tímar ikki eins. Tær góðu løturnar fúka avstað, meðan tær ringu, tær óttafullu ella pínufullu løturnar draga beinini eftir seg og skora seg gjøgnum alt trengri glopp, so tað gresjar í.

Eg minnist onkur føgur summarkvøld, tá vit sum ungdómar sótu og hagreiddu heimsins gongd og politisku støðuna í landinum við miklum ídni og látri eisini. Aðrenn vit vistu av, vóru kvøldið og náttin farin, og onnur vóru um at fara upp.

Eg minnist eisini eitt vetrarkvøld um sama mundið; vit høvdu verið eystanfyri Fugloynna við ”Solo Deo Gloria”. Tá ”Fuglberg” rýmdi av fiskileiðini orsaka av vánaligum veðurlíkindum, hildu vit eisini, at frægast var at draga inn og fara heim. Eg fór í koyggjuna, men sum fráleið bleiv nakað ófriðarligt í lugarinum, og eg fór upp i kappan at forvitnast.

Vit vóru júst komnir um Borðoyanes, og fyri mær sá tað út eins og stóð Solo loddrættur í sjónum aðru hvørja løtu. Eg helt meg hava staðið har í eitt hálvt samdøgur, tá ein av manningini rópti á meg og bað meg koma niðurundir og lata kappan aftur. Og so at bíða eitt hálvt samdøgur afturat, inntil við komu um Klakkin, tá tað knappliga knappliga bleiv slætt. Hvussu leingi tað veruliga tók at sigla teinin frá Borðoyanesi og um Klakkin veit eg ikki, men fyri einum heilt óroyndum sjómanni tóktist løtan óendalig!

Kronometrið i stýrhúsinum hevur óivað haft sama stev alla tíðina, og tímarnir og minuttirnir hava hvørki verið longri ella styttri, men vit menniskju uppliva løturnar ógvuliga ymiskar. Um tað hevur nakað við relativitetsteoriina at gera veit eg ikki, men klokkan sum sigur ”tikk takk”, og tað, vit menniskju uppliva, kennist ikki altíð eins!

Serliga minnist eg, hvussu langur jólaaftan kundi vera á Stongunum. Tá útróðurin var uppá tað hægsta var nógvur gangur við brúgvarnar, og fremmandafólk, sum komu og lógu nátt, fingu ikki blund í eyguni, orsakað av ganginum frá motorum og kølivirkinum. Men jólaaftan var kvirt, mest sum ov kvirt.

Tað ringasta hjá okkum matligu var, at ein fekk ongan heitan døgurða á miðdegi jólaaftan! Ein breyðflís ella fimm, uttan mun til hvussu góður viðskerin var, var ikki tað sama sum ein heitur døgurði! Og so skuldi ein fáa tímarnar at ganga, inntil tað ringdi út í kirkjuni jólaaftanskvøld.

Vit kundu stytta okkum stundirnar við at fara oman á Stengur at hyggja at víndeygaprýðinum hjá HavnaPalla í handlinum har, ella vit kundu ganga heim á Varpina at hyggja at livandi nissunum í sýnisgluggunum í gamla timburhandlinum. Men illa gekst við at fáa seinnapartin at ganga. Í dagligstovuni stóð jólatræið prýtt og fjalt frá umheiminum, inntil dunnan varð etin, og so skuldi ein lata seg ordiliga í, hóast tað ikki var sunnudagur. Tað var av sonnum strævið at vera barn jólaaftan, men samstundis eisini óhugnaliga hugnaligt, og tó sum at rulla grót í mótbrekku. Løturnar vóru mettaðar av spenningi og einum farra av ævinleika.

So hvørt sum tað skýmdi, fór eg at spyrja mammu, hvat klokkan var. Í fyrstani svaraði hon mær, men tá eg bleiv við, segði hon: ”Klokkan er tað sama nú, sum í áðni!” Tá pápi síðani fór pyntaður í kirkju, hjálpti tað eitt sindur, tí nú for at líða til døgurðan, og at dyrnar fóru upp til stovuna við jólatrænum.

Eg veit ikki hvussu leingi pápi okkara var heimanífrá, neyvan meira enn hálvan annan tíma, men hesin hálvur annar tímin var øgiliga drúgvur. Eg spurdi upp í saman hvat klokkan var, men mamma ótolnaðist og bað meg fara út á hjallstrappuna at bíða eftir biðisløgunum.

Einaferð eg soleiðis stóð á hjallstrappuni og bíðaði kom abbin (Johannes Matras á Heygnum) út fyri dyr – helst fyri at sleppa sær av við snúsið. Hann gitti hví eg stó har, og segði skemtiliga: ”Hava tey sett pápa tín eftir?” Men eg helt ikki at skemtið var serliga skemtiligt, tí tað galt jú um biðisløg, dunnu, jólatræ og gávur.

Pápi okkara sang á loftinum í gomlu kirkju, og eg plægdi sum oftast at verða í kirkju við honum. Undir donskum prædikum og donskum sálmum sat eg mangan við spenningi og bíðaði eftir seinasta sálmi, tá ”Havna-Magnus” setti trýnið inn um hurðina á orgulloftinum og bíðaði eftir at ”Gamli Samson” deknurin byrjaði at lesa Faðir Vár.

Tá hesin var komin í helvt, fór Magnus up í tornið, og júst sum deknurin segði "Amen", hoyrdu vit fyrsta biðislagið. Tá hann hevði ringt øll níggju sløgini, snýsti Palli Sólstein sær væl og viriliga, so ongin var í yva um tað, og so fór ”Frida” undir postludium - frælsi var fyri framman hjá børnum, ið ikki skiltu danskt.

Vit bíðaðu ongantíð til fánýtis eftir pápa okkara jólaaftan, uttan ta einu ferðin tá jólini mestsum blivu avlýst – ikki orsakað av Corona - men orsakað av grindaboðum og grindadrápi á Vánni. Eg helt at Várharra mundi hava mist dagaskil, at lata eina grind doyggja sjálvan jólaaftan. Men tey eldru vóru ovurfegin um Guðsgávuna, tí jólagrind segðist at vera nakað av tí besta, ein kundi fáa.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…