Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar og nýggjársynski um føroyska kalvan

SKRIVAÐ: Magni Skaale  |  28.12.2020 - 09:00 Lesarabrøv Vinna

Fyri amerkonsku niðursetufólkini vóru grashoppurnar í Norðuramerika ein pest og ein plága. Alt, sum gerast kundi, bleiv til fánýtis gjørt, fyri at forkoma teimum. Men knappliga byrjaðu tær at fækkast í tali, og í dag eru tær útdeyðar.

Í dag verður orsøkin til at tær eru útdeyðar, hildin vera, at amerikanarar byrjaðu at velta framvið áarbakkunum á Mississippiánni, har tær vurpu eggini. Veltingin og vatningin gjørdi, at eggini doyðu, og eftir stuttari tíð vóru tær so fáar í tali, at tað beyðst ikki bøtur – tær doyðu út. 

Vit byrjaðu at trola eftir flatfiski fyrst í 70’unum, og í hvørjum háli vóru fleiri kurvar av kalvaspraggum, lítið størri enn ein hond. Hesar vórðu tveittar aftur í havið – sum oftast deyðar. Hóast landleiðsflotin fleirfaldaðíst frá um 5 til um 55), so fingu øll somu ovurstóru tøl av spraggum, sum fóru deyðar aftur í havið. Vit gjørdu næstan sum amerikanarar á sinni – teir drupu eggini, vit yngulin. 

Eingin visti, hvar føroyski kalvin gýtti, til Skálaberg fann gýtingarøkið ársskifti 82/83. Í dag fara trolarar hagar í desembur mánaða, og taka nú, myndaliga talað, eggini úr reiðrinum. Fyrst drupu vit yngulin, nú taka vit restina. Trolararnir lógu um eini 30 tons onkran túr, men nú er tonsatalið komið niður á nøkur fá kør. Tað vil siga, at kalvin er nú so illa fyri, at tann seinasti verður tikin heilt skjótt.

Tað er ein avleiðing, um vit lata standa til. Onnur avleiðing kann verða enn verri. 

Vit fara aftur til Norðuramerika, til Yellowstone National Park. Har settu tey ein lítlan úlvaflokk út, hóast sera sterk og harðlig mótmæli. Úrslitið gjørdist, at grasdjórini máttu flýggja undan úlvunum frá opnum lendi, inn millum trøini. Tað gjørdi, at blomstur, grøs og urtir, sum ikki fingu høvdið fyri seg, orsakað av grasdjórunum, sluppu at veksa og blomstra. Tað førdi so við sær, at talið av smákyktum øktist, sum so aftur gjørdi, at talið av fuglum, sum eta smákyktini øktist. Og tá komu rovfuglarnir eisini. So lítli úlvaflokkurin gjørdi, at margfeldni øktist í stórum. 

Um kalvin kann hava somu ávirkan, er enn ókent, men eg hevði ikki vilja  sitið við ábyrgdini, og latið staðið til, soleiðis sum gjørt hevur verið, og sum framvegis verður gjørt.

Vit hava í dag bæði  kunnleika um strúking og framkomið skip, sum kann taka kalvan umborð, og hava hann livandi, meðan strokið verður, og so sleppa honum livandi í havið aftur. 

Á tann hátt kunnu vit fáa fleiri 100.000 gitin egg, og um talið á landleiðsloyvum ikki verður økt, samstundis sum gýtingarøkið verður stongt alt árið, so er kanska enn ein vón um, at okkara eftirkomarar kunnu sleppa at síggja kalva koma upp úr sjónum.

Gera vit einki nú, so er heilt víst, at føroyski kalvin doyr út.

Mítt nýggjársynski til føroysku tingmanningina er tí, at tit friða økið og seta pening av, so Jákup Sverri fær strokið. Tá kunnu tit siga, at tit hava gjørt tykkara. Er tað ov seint, so kunnu tit siga    vit royndu.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur