Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróðrarbátarnir fiska væl

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.01.2021 - 13:02 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag hava flestu bátarnir her verið sunnanfyri. Líðhamar hevur 8.000 pund, Dalsenni 6.400 pund og Stakkavík 6.600 pund. Brandur hevur ikki verið úti í dag, men í gjár hevði hann 10.600 pund eins og Líðhamar hevði 10.200 pund eisini í gjár.

Janus Sørensen, formaður á Brandi sigur, at teir hava fiska 50.000 pund í ár. Prísurin hevur ikki verið á hægsta støði, Men tað ber til, tí tað er somikið at fáa. Í gjár høvdu vit 4.500 pund av toski, tað munar so væl. Annars var væl av smáum toski uppi í í gjár, tað hava vit ikki sæð so nógv til fyrr enn nú.

Norðlýsið hevur ikki fingið fatur á Bragd, teir eru vestanfyri í Vágahavinum.

Kallanes er eisini sunnanfyri. Teir vóru ikki á Fiskamarknaðinum í morgun, men vit ringdu fyri løtu síðani umborð til skiparan Kára Klettskarð í Kongsstovu. Hann sigur, at teir hava 8.000 pund í dag og av tí eini 2.000 pund av toski.

Fyri løtu síðani fingu vit samband við Bragd. Oddmar Niclasen, skipari sigur, at teir hava verið vestanfyri í dag og í gjár. Í dag hava vit góð 11.000 pund og eini 3.000 pund av toski, í gjár høvdu vit 13.000 pund og nakað tað sama av toski, sum í gjár. Her í Vágahavinum hevur verið nakað av millumfiski, ímeðan tá vit vóru norðanfyri var antin stóru toskur at fáa ella "fýrarir". Tá vit tosaðu við Oddmar um 14.15 tíðina segði hann at nú øtlaði hann veðrið vestanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…