Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tann 35-ára gamli Steffan Petersen fekk 29. desember sína fyrstu Coronavaccinu. Í dag er hann lagdur inn á eini Covid-19-klinikk. | Mynd: TV2.

Búfólk og starvsfólk á røktarheimi smittað hóast vaccinerað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2021 - 09:30 Politikkur Tíðindi

Har var annars veitslurómur og mong drógu lættan, tá búfólk og starvsfólk á røktarheiminum Kongsgården í Aarhus vórðu vaccinerað móti Coronavirusi tann 29. desember. Hálva aðru viku seinni er veitslurómurin skiftur út við ørkymlan og undran. Trý starvsfólk og seks búfólk eru vórðin ávikavist send heim og sett í sóttarhald eftir at hava fingið positivar Coronakanningar.

Tey trý starvsfólkini og trý av búfólkunum vórðu vaccinerað 29. desember. Hini smittaðu vóru frammanundan í sóttarhaldi vegna illgruna til smittu, kemur fram í einum telduposti, ið er sendur til avvarðandi frá fyristøðufólkinum á Kongsgården.

Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum ella infektiónssjúkum, kennir til fleiri dømi um vaccineraðar persónar, ið eru vorðnir smittaðir kortini. Hann sigur, at tað er ikki fyrrenn eftir ta seinnu vaccinatiónina – øll skulu vaccinerast tvær ferðir – at vaccinan er heilt effektiv. Tískil sigur professarin, at øll eiga at fata seg sjálvi sum óvaccinerað teir fyrstu 14 dagarnar eftir fyrra prikið.

Eitt av koppsettu starvsfólkunum, er tann 35-ára gamli heilsuhjálparin Steffen Petersen. Hann sigur við TV2, at starvsfólk og búfólk framhaldandi lótu seg verða kannað, eftir at tey høvdu fingið vaccinuna. Tað gjørdist eyka átrokandi og løtubært, tá tvey búfólk fingu positive kanningarúrslit um vikuskiftið. Og kanningarnar hjá Steffen Petersen vóru eisini negativar fram til 3. januar. Men um kvøldið tann 5. januar fær Steffen Petersen so boð um úrslitið av síni kanning. Hann er nú positivur.

Steffen Petersen sigur soleiðis við TV2: - “Tirsdag aften inden jeg skal lægge den sidste beboer i seng, får jeg et glas saft med kollegerne, da jeg tjekker minsundhed.dk. Jeg går ind og ser mine prøvesvar, og tænker "hvad satan?". Den er positiv.”

Sum Jens Lundgrein sigur, so eigur ein teir fyrstu 14 dagarnar eftir fyrra prikið at bera seg at, sum um ein ikki er vaccineraður. Og tástani eftir seinna prikið er man at rokna sum veruliga koppsettur ímóti Coronavirusinum.

Kelda: TV2.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndatøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF