Lýsing
Lýsing
Lýsing

H71 hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.01.2021 - 21:45 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Um dystin og myndir frá dystinum í KÍ-høllini í dag!

Munurin var ikki stórur á liðnum, tá H71 í dag vitjaði Stjørnuna. H71 kom betur frá byrjan og var á odda 4-0, áðrenn Stjørnan fekk sítt fyrsta mál. Eftir hetta gekk javnt á, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var javnleikur 7-7, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki økti H71 aftur leiðsluna, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 18-15 til H71.

Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. H71 hevði leiðsluna, men munurin var ongantíð meira enn tvey-trý  mál. Tað einu løtuna var munurin bert eitt mál, og hevði Stjørnan tá møguleika bæði at javna og leggja seg á odd, men í báðum førum blivu upplagdir máløguleikar misnýttir. Endaliga úrslitið gjørdist 33-29 til H71.

Við Janu Miðtún og Mariu H, Weihe hevur H71 tveir dugnaliga leikarar, sum Stjørnan hevði trupult við at steðga. Størsti trupuleikin hjá Stjørnuni í dag var, at tær vóru ikki nóg avgjørdar í verjustøðu. Viðmerkjast skal tó, at Stjørnan hevur ment seg støðugt gjøgnum kappingina.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Katrin Berthodlsen 8, Julia Nalivko 7, Tóra Eliasen 5, Sonja Sirdal 3, Joan Sørensen 2, Oddvør Josephsen 2 og Ella L. Samson og Óluva Joensen eitt mál hvør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París