Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.01.2021 - 14:39 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Ein ovurhonds stór nøgd av havdjórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og kava niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/rándjórum, tá sólin setir. Um okkara leiðir er hesin mesopelagiski biomassi umboðaður av t.d. stórum djóraæti, krill, rækjum, prikkafiski og lakssild.

Slík djór “síggjast” við ekkoloddi og øðrum akustiskum tólum. Við akustiskum streymmátarum, ið standa á stórum dýpi og máta upp gjøgnum vatnsúluna, hevur Havstovan (fyrr Fiskirannsóknarstovan) seinastu 25 árini mátað heitu og køldu streymarnar fram við Føroyum. Sum fyrsta kanning av sínum slag, hava vit brúkt hesar streymmátarar sum ekkolodd, ið, máta frá botni og upp. Úrslitini standa at lesa í nýggju greinini Vertical migration of pelagic and mesopelagic biomass from ADCP backscatter data in the southern Norwegian Sea, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Millum annað síggja vit týðiliga, at mesopelagiski biomassin fer niður í dýpið umleið 1-2 tímar áðrenn sólin rísur, har ein stórur partur av djórunum “krógva seg” í ísakøldum sjógvi beint undir heitu Atlantisku streymunum. Hesin biomassi kemur so upp aftur móti vatnskorpuni umleið 1-2 tímar eftir sólsetur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð