Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein absurd komedia um at vera menniskja

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.01.2021 - 09:38 Mentan Tíðindaskriv

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag  hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar.

Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.


Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.


Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor. 

 

Luttakarar
LEIKSTJÓRN OG HANDRIT:
Torfinn Nag


LEIKARAR:
Herfinnur Árnafjall
Annfinnur Heinesen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Kristina Sundar Hansen
Laura Joensen
Edith Dahl Jakobsen
Esther á Fjallinum


PALLMYND:
Edward Fuglø


LJÓSSNIÐGEVI:
Turpin Napoleon Djurhuus

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…