Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi Gadus hjá JFK kemur eftir ætlan siglandi inn á Klaksvík í byrjanini av 2022 | Mynd: JFK

Vóru teir nýggju aktørarnir veruliga til?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.01.2021 - 08:50 Leiðarin Myndarøð Vinna

Seinastu mánaðirnar ella knapt hálvt annað árið hava vit veruliga sæð eitt ordans “boost” í fiskivinnuni. Eftir at hava havt ein niðurslitnan flota av gomlum stáli, sum ein siglandi tjóð ikki kann vísa fram fyri øðrum, kemur nýbygningur eftir nýbygning í flotan. Íløgur verða gjørdar fyri 10 siffur, og tað er ikki eiti á. Men hvar eru teir sokallaðu nýggju aktørarnir í øllum hesum? Hví tala teir ikki at?

Sum tað ljóðaði á undanfarna landsstýri, so var politiska útlutanin av fiskirættindum til teir, sum høvdu upparbeitt sær søgulig rættindi ein forðing fyri nýskapan, nýmenning og nýhugsan í vinnulívinum. Hetta varð blandað saman við spurninginum um vinnan rindaði ov lítið í Landskassan. Og harvið drap fiskivinnunýskipanin í roynd og veru seg sjálva. Við eini tungu vildi undanfarna Landsstýri hava nýtt blóð í fiskivinnuna, men við hini tunguni vildi sama Landsstýri hava at kalla alt yvirskotið frá somu vinnu yvir í Landskassan.

Sólskinssøgan, ella undantakið, ið váttar regluna, var fyritøkan Sjógæti á Norðskála. Hon kom inn sum nýggjur aktørur, men als ikki har, sum farna Landsstýri segði seg vænta tað. Sjógæti fekk ikki síni rættindi á uppboðssølu, men sum menningarkvotu. Og fyri at kunna fiska sína menningarkvotu mátti lítla fyritøkan alliera seg við verandi ella “gamlan” aktør í fiskivinnuni, ið fiskaði kvotuna fyri seg. Eitt samstarv, sum tað, vit hoyra um, riggar heilt væl.

Men í uppboðssøluni kom ikki ein tann einasti nýggjur aktørur inn. Verandi aktørar keyptu alt, og hví? Tí teir høvdu bygt sær eina vinnu upp, og tí teir høvdu sølusáttmálar at yvirhalda. Men at kalla ongin aktørur var nøgdur við, ella glaður fyri, uppboðssøluna. Og tann minst nøgdi var helst sjómaðurin. Tí tá rættindi verða keypt á uppboðssølu, hevur reiðaríið rætt til at draga gjaldið, er brúkt er uppá uppboðssølurættindini, frá hýruni hjá manningini.

Norðlýsið tosaði í mai 2019 við ein sjómann, ið ynskti at vera ónevndur, at teir mistu umleið 20% av síni ársinntøku av at fiska uppboðssølurættindi. Greinin er til skjals í savninum hjá blaðnum á internetinum, eitur “Tað loysir seg ikki hjá okkum tá fiskast skal til uppboðssøluna” og er dagfest 17.05.2019.

Hvussu sá undanfarna landsstýri fyri sær, at tað fór at vera lokkandi fyri nýggjar aktørar at koma inn í føroysku fiskivinnuna, tá aktørarnir sjálvir fyrst skuldu gjalda munandi meira fyri rættindini enn reiðaríini við søguligum rættindum, og síðani skuldu manna skipini við sjómonnum, sum fingu 20% minni í hýru enn hini reiðaríini? Hesin spurningurin fer neyvan nakrantíð at verða svaraður.

Og tað sæst eisini týðiliga av, hvør tað er, sum kritiserar skipanina hjá sitandi Landsstýri. 100% av kritikkinum kemur frá andstøðupolitikarum og meira ella minni hálvalmennum partísoldatum hjá andstøðuflokkunum. Ongin í vinnuni harmast galdandi fiskivinnupolitikk og ynskir tann hjá undanfarnu samgongu aftur. Og ongin forsmáddur aktørur, sum hevði ætlað sær inn í vinnuna, er heldur frammi við kritikki. Tað hevði eisini verið undarligt at komið nú, eftir ikki at hava bjóðað á uppboðssøluni.

Tí verður spurningurin í yvirskriftini standandi opin, inntil onkur svarar: Hasir nýggju aktørarnir, sum stóðu uttanfyri og bankaðu uppá áðrenn 2018, hvar blivu teir av? Vóru teir nakrantíð til?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs