Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskaaling og føroysk vinna í granskingarverkætlanini “Talgilt hjarta”

SKRIVAÐ: fiskaaling.fo  |  14.01.2021 - 21:36 Tíðindaskriv Vinna

Granskingargrunnurin Nordforsk stuðlar Talgilt hjarta við 7.940.000 norskum krónum. Stuðulin verður veittur í sambandi við Norðurlendska granskingar- og nýskapanarprogramminum fyri burðardygga aling. Verkætlanarleiðari er Ida Beltnes Johansen, lektari á NMBU. Føroyska heitið Talgilt hjarta kemur frá enska heitinum Digiheart: Machine learning applied to predicting and preventing production loss in aquaculture.

Føroyski granskingarparturin verður framdur av Biotøknideildini hjá P/F Fiskaaling í tøttum samstarvi við Bakkafrost, Hiddenfjord, og Mowi.

Íblásturin til verkætlanina er, at vit síggja alt fleiri tilburðir av hjartaavskeplingum koma fyri, so sum í Noregi. Kanningar vísa eisini, at møguligt samband er millum felli og strongjandi umstøður, eitt nú í sambandi við avlúsing, og tað at fiskurin hevur hesar hjartatrupulleikarnar. Tí er umráðandi at kenna hjartaheilsuna hjá fiskinum fyri at tryggja eitt so lágt felli sum gjørligt, t.d. tá avlúsing fer fram.

Granskingarverkætlanin umfatar kanning av hjørtum á aldum laksi í Føroyum, Noregi og Svøríki, við serligum atliti til møguligar avskeplingar í hjartanum. Hjartamyndirnar skulu saman við rakstrar- og fellidata vera grundarlagið í eini skipan, sum byggir upp vitan so hvørt sum fleiri skrásetingar verða lagdar inn. Skipanin mennist soleiðis til eitt forsagnartól, sum kann brúkast til at kanna heilsustøðuna í hjartanum. Tá ið appin er klár, kann alivinnan brúka hesa í dagliga arbeiðinum við at flyta teirra egnu myndir og dáta, sum soleiðis gevur yvirlit yvir heilsustøðuna í hjartanum og harvið váðan fyri deyða í bólkinum í tíð.

Aðrir luttakarar í verkætlanini eru akademisku granskingarstovnarnir Norges miljø- og biovitenskapelige universitet, Universitetið í Oslo, Universitetið í Göteborg og Sveriges lantbruksuniversitet. Úr privata og vinnuliga geiranum eru eisini DNV GL, Aqua kompetanse, PatoGen, Midt-Norsk HAVBRUK, Ellingsen Sea Food AS og fleiri vinnuligir samstarvsfelagar. NordForsk er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

“Kick Off” er ætlað at verða í Føroyum, tá Covid-19 tilmælini loyva tí.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið