Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitan til varandi aling 2021

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.01.2021 - 07:40 Tíðindaskriv Vinna

P/F Fiskaaling skipar fyri ráðstevnu um aling í Føroyum t. 5. mars 2021 á Hilton Garden Inn í Tórshavn. Endamálið er at menna vitan um aling og viðurskifti, ið hava at gera við aling og teir karmar, alingin virkar í.

”Vit vilja bjóða til eina ráðstevnu, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna. Ella sum navnið sigur: Vitan til varandi aling!” -sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á evni innan fyri burðardygga nýtslu av firðum, lús og um fiskavælferð. Eisini fer Rúni Dam frá Sp/f Avrik at leggja fram hagtøl og metingar um føroysku alivinnuna.

Ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 5. mars 2021 kl. 09.00-16.00. Vegna almennu tilmælini um frástøðu verður luttakaratalið avmarkað til í mesta lagi 70. Tilmeldingarfreistin er 20. februar 2021.

Upplýsingar um tilmelding eru á heimasíðuni hjá Fiskaaling. Nærri upplýsingar fáast eisini við at venda sær til Ernst S. Olsen, samskipara, á telduposti ernst@fiskaaling.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík