Lýsing
Lýsing
Lýsing
Konvektión av óstøðugari luft beint yvir havskorpuni. Ein bløðra av luft fer uppeftir, kølnar og dampurin í henni gerst til dropar. Hetta lítla bøklaskýggi (cumulus humilis) var leysliga mett einar 400 metrar langt, 400 metrar breitt, og 50 metrar høgt í miðal. Hetta eru 8 milliónir rúmmetrar. Seta vit droparnir at viga 1/4 gramm/rúmmetur, vigar skýggið 2 mió gramm = 2 tons! | Mynd: Lesari - sum vil vera ónevndur

Varmarák

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.01.2021 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Nógv veðurfrøðilig fyribrigdi síggjast hvønn dag í Føroyum – bæði tey stóru, sum ávirka veðrið kring alt landið, men eisini tey smáu, sum bert ávirka í einum lítlum staði.

Eitt fyribrigdi varð avmyndað beint norðan fyri helluna inni í Dølum á Viðareiði, 21. september 2019, beint eftir døgurða, einar 1000 metrar úr landi. Ein lesari hevur sent okkum eina mynd av einum skýggi, ið var einsamalt í einum annars skýfríum lofti. Hann spyr, hvussu hetta bar til.

Her er mítt eitt boð uppá fyribridgið.

Hendan dagin var lítil vindur. Veðurstøðin við Dalavegin til Viðareiðis var tann nærmasta, og hon vísti minni enn 3 m/s. Harafturat vísti hon, at hitin í luftini var 12 stig, døggpunktið var 10,5 stig, og vætuinnihaldið var um 85% - t.e. góð 9 gramm av dampi í hvørjum rúmmetri; maksimum vætuinnihald var 11 gramm i hvørjum rúmmetri.

Út frá hesum tølum kann roknast, at luftin kann verða lyft umleið 150 metrar uppeftir, áðrenn dampurin fer úr. Hvat skal so lyfta luftina uppeftir og seta rákið í gongd?

Hitin í sjónum hevur eina løtu, áðrenn myndin varð tikin, hitað luftina so mikið, at hon er farin uppeftir. Tað er ikki eydnast mær at finna hitan í sjónum hesa løtuna. Ávegis uppeftir kølnaði luftin 1 stig fyri hvørjar 100 metrar, til vætuinnihaldið varð 100%.

150 metrar oman fyri havið fór dampurin úr og gjørdist til vatndropar. Droparnir gjørdu eitt bøklaskýggj. Einki avfall sæst koma úr hesum skýggi.

Eitt slíkt skýggj er til, so leingi luftin beint yvir havskorpuni fer uppeftir. Tá ið tað helt uppat, gingu umleið 20 minuttir, til skýggið var upployst og burtur.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…