Lýsing
Lýsing
Hóast bert 3 fólk í løtuni hava Covid-19, og sannlíkindini fyri at fáa smittuna í Føroyum tí eru evarska smá, undrast Kringvarpið yvir, hví útsett fólk ikki verða framskundað at fáa avlopsskamtir | Mynd: kvf.fo

Kringvarpið á koppsetingar-krossferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2021 - 20:33 Leiðarin Tíðindi

Í tveimum Døgum og vikum og einum Bredda hevur Kringvarpið sett sjóneykuna á raðfestingarnar av koppsetingini fyri Covid-19. Talan hevur ikki verið um hissini innsløg, men drúgv og endurtakandi innsløg, sum bara fyltu undir helvtina av Degi og viku týskvøldið, tí sendingin varð forlongd við temanum um veiðigjøld. Alt gott um at vera á varðhaldi, men tað skal gerast við at fyrileggja fakta fyri fólki, sum so taka støðu. Tað skal ikki gerast við at fara í hernað.

Fyrsta innslagnum mánakvøldið 1. februar kom Kringvarps-toymið stak illa frá. Tey settu tannlæknar undir luppin, og tað var, sum um kringvarpsmanningin ikki skilti, hvat tað er, tannlæknar gera. Næst aftaná skurðlæknar og gynækologar eru tannlæknar teir, sum eru longst inni í menniskjakroppinum. Bæði tannlæknarnir og klinikkassistentarnir eru “hands on” og harvið í fyrsta liði í heilsuverkinum. At rógva fram undir, at teir eftir røttum áttu at verið aftarlaga í køini var beinleiðis burturvið. Her var onki at seta fingurin á.

Kringvarpið kom betur frá innslagnum týskvøldið 2. februar, har sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum, Steinar Eirikstoft, varð settur skák og mát við at hava raðfest seg sjálvan og onnur leiðslustarvsfólk fram um tey serliga útsettu. Tað er sjálvandi í lagi, at fólk fáa tað at vita, men innslagið varð strekt út í eina óendaligheit. Eftir at sjúkrahússtjórin í Havn hevði svarað, so bleiv spurt upp í saman um tað sama umaftur og umaftur.

Ongin ivi er um, at fólksliga opiniónin er, at sjúkrahússtjórin í Klaksvík, Alexandra á Dul, gjørdi tað rættara við at tilkalla fólk í vandabólki at fáa sær avlopsskamtirnar. Men stjórin í Havn svaraði fyri seg og grundgav ikki so illa fyri, hví tey høvdu gjørt, sum tey høvdu gjørt. Tá er almenningurin kunnaður, og tað var óneyðugt at spyrja uppaftur og uppaftur – og uppaftur – um tað sama. Sjúkrahúsleiðslan í Havn tók eina avgerð í eini knappari vend, men bleiv viðgjørd, sum um hetta var útspekulerað og tilætlað. Tað er ikki fair. Heldur skuldi sami leistur verið brúktur, sum við stjóranum í Almannaverkinum, ið bleiv spurdur og svaraði, og so var tað tað.

Í Breddanum mikudagin 3. februar varð enntá ein advokatur komin upp í at tulka kunngerðina, og 2 andstøðupolitikarar at skjóta tulkingina hjá sjúkrahúsinum í Havn niður. Aftur varð júkað upp í saman. Gamaní er kunngerðin ógreið, við tað at hon bara prioriterar normeraðu skamtirnar og ikki møguligar avlopsskamtir, men tá ivi er, eigur hann altíð at koma ákærda til góðar. Kanska egoistisk fyrilit hava spælt við, tá sjúkrahúsleiðslan og leiðslan á Almannaverkinum hava raðfest seg sjálvi til avlopsskamtirnar, men tey vóru í góðari trúgv og vildu ikki lata avlopsskamtirnar fara til spillis, samstundis sum kunngerðin onki sigur um teir.

Ja, rættast hevði verið at gjørt sum Klaksvíkar Sjúkrahús, men hendan avgerðin hjá sjúkrahúsinum í Havn, tikin í eini knappari vend, har tíð ikki var til at spyrja seg fyri, tí skamtirnir gingu út, eigur ikki at verða so gott og grundiga skotin niður, tí hon var altso frægari enn at lata skamtirnar fara til spillis. Nú hevur Almannaverkið og Sjúkrahúsið í Havn fingið hesar erfaringarnar, so latið okkum nú koma víðari. At gera tað til eina framhaldssøgu kann gera størri skaða enn gagn, til dømis um skamtirnir bara fara til spillis, tí fólk ikki tora at taka nakra skjóta avgerð av ótta fyri at verða hetzað av Kringvarpinum.

Eitt er at vera vakthundur, annað er at vera jakthundur!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góð fótbóltslíkindi
Hávur er í FM-finaluni
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Kringvarpið øst føroyingar upp í skúm –…
Team Klaksvík tapti eftir longda leiktíð
Bjarnhild og Lena Maria úr KBF eru Kontr…
Tummas Lervig: Vit vænta at spæla í Klak…
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja: Eitt…
Team Klaksvik spælir finalu í niðara ból…
Klaksvíkar Sjúkra­hús: Har er vón hóast s…
Jan Gintberg á Leiðara­deg­num 2021 | Tí t…
Broytingar í byggisamtykt­ini fyri Svínoy
500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihal…
Danny Baldursson fyrsta staklag sum eins…
Setið nú ferð á koppsetingarnar
Átøk skulu forða fyri at ung við sálarli…
Nema 100% á føroyskar hendur
Øll sum eru 70 ár og eldri kunnu bóka tí…
Evropeiskur ullardagur
Við myndatóli­num í høgættar kava í dag