Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkara Eia

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  08.02.2021 - 10:09 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hon var seinasta gentusystkinabarnið hjá mammu í kvennlegg. Hon varð borin til gravar farna leygardag 93 ára gomul. Henrietta Arge, sum ongantíð hevði annað navn enn Eia, var saman við systrum sínum ein týdningarmikil partur av lívinum hjá mammu okkara Turið, sum doyði  í 2007 og hjá okkum systkjum á Biskupsstøð. Tær høvdu eina felags ommu, Heinommu, ið annars æt Jóhanna, ættað  úr Uppsølum og gift við Heina av Skarði. Tey áttu 6 børn og mistu 4 av tuberklasjúku.

Eia átti tríggjar eldri systrar: Nannu, Annu Kristinu og Paulinu. Hesar vistu ikki frá mammu síni at siga, sum doyði so blaðung.   Pápin var  Dia í Glasstovuni í Árnafirði, sum  29 ára gamal gjørdist einkjumaður og sat eftir  við trimum móðirloysingum, har hin elsta var 4 ár og yngsta 8 mánaðar gomul. Mostir teirra, ið var kallað Dadda, kom at halda hús hjá teimum. Hon giftist við pápanum - Dia í Glasstovuni, og tey fingu Eiu.

 

Tað, sum vit ofta hoyrdu um, tað var, at Heinomma hevði 7 móðurloysingar - alt gentur, sum hon var so ómetaliga góð við og tók sær so væl av. Mamma okkara misti mammu sína 3 ára gomul og vaks upp hjá mammubeiggjanum - vanliga nevndur Heina-Símun og konuni Rakul úr Vestmanna. Hon vaks upp sum einabarn, og har er tað, at omman er bindiliðið millum allar hesar smágenturnar, sum meira kendu seg sum systrar og hildu so væl saman, so leingi tær livdu. Allar vóru líka góðar við Eiu, sum var nógv yngst.   Nú eru allar farnar, og tað tykist, sum kapitlið á Vágsheygnum í Klaksvík er endað. Pápi mammu,  Sigmundur, var 27, tá hann gjørdist einkjumaður. Hann var skúvoyingur og  giftist uppaftur í heimbygdini Skúgvi. Tað var langt burturi tá. Tí var Vágsheygurin eisini so týðningarmikil í uppvøkstrinum.

Sjáldan hava vit hoyrt so beinrakin og  vøkur lýsingarorð um fólk, sum farin eru, og sjáldan hava tey sitið so væl og verið so sonn sum til jarðarferðina hjá Eiu. Alt uppiborið, tí Eia hoyrdi til tey friðarligu og sáttligu í samfelagnum. Hon gjørdi  mun allastaðni á sín

stillføra hátt, har hon var. Blíð, rúmlig og umfevnandi. Maðurin Niels Juel, ið fór í 2007, var klokkari í Klaksvíkar kirkju eins og pápi hansara og nú bæði sonur og versonur. Sjáldan hevur  nøkur familja í fleiri ættarlið verið so trúføst móti kirkjugøtuni sum tey, og hugtakandi var tað, at klokkan úr gomlu kirkju sló biðisløgini, áðrenn kistan við Eiu varð borin út.    Giti, at tað er sama klokka, sum Óli klokkarin, pápi Jógvan Fríðrik Kjølbro eisini ringdi við í síni kirkjutænaratíð. Óli klokkari var eisini abbi Niels Juel, hjúnarfelagan hjá Eiu. At mamma og Eia vóru systkinnabørn og pápi og Niels Juel somuleiðis, merkti tætta skyldskapin við heimið í Fosságøtu, har hjúnini bygdu í 1953.   

Eitt serligt minni er av Vágsheygnum. Tað var, tá Eia og Niels Juel  giftust  inn til Daddu og Dia um jóltíðir í 1949. Eg var stívliga 5 ára gomul og hevði verið í brúðarvígslu. Hevði aldri sæð so vakra brúður. Nógv ár seinni giftist yngra dótturin í tí serstakliga vakra brúðarkjólanum hjá Eiu, og tá fingu tey yngru í familjuni sjón fyri søgn – eitt listarligt handverk, tann vakra Eia var gift í. Dygd var í silkinum má sigast.  Hugaligt var at fara ørindi har niðan, tí tað vóru altíð so vakrar, hvítar stívaðar gardinur í køkinum og messingplátan, ið var í gólvinum frammanfyri kolkomfýrin, var so blonk, at tú kundi spegla tær í henni. Og so hvítstívaða  pyntihandklæðið við bláari brodering og tallerkarekkjan. Alt meitlað í sorgleysum barnaminnum. Tí ongastaðni sá eg nakað so vakurt. Og soleiðis vóru tær báðar, Eia og systirin Paulina - gumma mín eisini. Reinføri og røkiskapur í øllum lívsins viðurskiftum.  Øll vóru altíð vandin við teim góðu orðunum.

Eia var  seinasti kapitul á Vágsheygnum hjá okkum systkjum á Biskupsstøð. Tey vóru øll ein týdningarmikil partur av okkara barndómi og uppvøkstri.  

Friður veri við minninum um okkara Eiu á Vágsheygnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…