Kristin Michelsen farin til Suðuroyar aftur
Tað verður eftir øllum at døma ikki við 2. viðgerð, at Kristin Michelsen bjargar samgonguni. Norðlýsið skilir, at einasti tingmaðurin hjá Sjálvstýri er farin suður við Smyrli kl. 13:00. Sostatt stendur samgongan uttan stuðulsflokk, nú støðan er spent í Løgtinginum.
Tingfundurin, ið varð útsettur og skuldi byrja aftur kl. 13:30 er enn ikki byrjaður, nú klokkan er farin av tvey seinnapart. Tað er torført at fáa nakran at siga, hvør status er, men um Johan Dahl ikki tekur undir við broytingaruppskotinum hjá samgonguni, stendur helst 16-16.
Tingfólkini halda kortunum tætt inn at kroppinum, og tí eru spurningar um møguligar clearingsavtalur ósvaraðir. Men tað hoyrist, at Christian Andreasen hevur gjørt eitt uppskot, sum Annika Olsen tekur undir við, eins og Erhard Joensen hevur sagt, at hann slítur ikki samgonguna uppá hetta málið. Restin av samgonguni tekur eftir øllum at døma undir við broytingaruppskotinum.
Politiska landslagið er nú í eini bíðistøðu, har øll framtíðin hjá samgonguni stendur uppá spæl. Tí Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at atkvøðir nakað samgonguumboð fyri hesum uppskotinum hjá andstøðuni, so er ongin samgonga. Spurningurin er um tað eisini er galdandi, hóast uppskotið fellur við 16-16.