Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leikbólkurin hjá Gunnvá Zachariasen, ið hevur søkt um stuðul til fyrireikandi arbeiðið at seta Richard III á pall. | Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið

Skeggjasambondini í Leiklistaráðnum og boykott

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2021 - 10:49 Leiðarin Mentan Politikkur

Kann man sita í nevndini fyri Tjóðpall Føroya og framvegis boykotta sama Tjóðpall? Og kann ein, sum boykottar Tjóðpallin, fáa studning frá somu nevnd? Margháttligir spurningar, ja, men støðan er sanniliga eisini margháttlig. Nøkur fólk í Leiklistaráðnum, ið samstundis er nevnd fyri Tjóðpallin, vilja ríða á tveimum hestum samstundis, hóast hestarnir ríða hvør sín veg.

Fyrr í ár sendi Leiklistafylkingin út skriv, har tey mótmæltu, at stjórin seinastu 15 árini gjørdist stjóri í 5 ár afturat. Hetta mótmælisskrivið var samstundis ein endurtøka av eini fráboðan um eitt boykott av Tjóðpalli Føroya, ið varð kunngjørt í oktober 2020, harí tað stendur “Leiklistafylkingin 2020 lýsur tann 08.10.2020 boykott av Tjóðpalli Føroya”. Hetta ber ikki til at misskilja.

Føstulávintsmánadag, fingu vit so at vita, at Leiklistaráðið – ið er nevnd fyri Tjóðpallin – veitir stórar upphæddir í studningi til felagsskapir og einstakling, ið boykotta sama Tjóðpall. Millum boykottandi felagsskapirnar finna vit bæði Det ferösche Compagnie og TVAZZ, og somu felagsskapirnir móttaka ávikavist 180.000 og 170.000 krónur í stuðuli til yrkislist. Somuleiðis fær Gunnvá Zachariassen 35.000 í studningi, hóast hon eisini boykottar Tjóðpallin.

Í nevndini fyri Tjóðpall Føroya/Leiklistaráðið sita m.a. Búi Dam og Durita Dahl Andreasen. Hesi hava bæði skrivað undir upp á at boykotta Tjóðpallin, sum tey sjálvi sita í nevnd fyri. Samstundis mælir Leiklistaráðið, har tey bæði sita, Landsstýrinum til at veita stórar upphæddir til onnur, ið eins og tey sjálvi eisini boykotta sama Tjóðpall.

Við hesum verður Tjóðpallur Føroya undirgrivin innanífrá. Limir í nevndini ikki bara boykotta sjálvan stovnin, tey eru í nevnd fyri, men mæla enntá til at styrkja felagsskapir og einstakling fíggjarliga, ið tveir av limunum í Leiklistaráðnum eru á bylgjulongd við í boykottinum.

Stóri spurningurin í hesum er, um Uttanríkis- og Mentamálaráðið kann liva við hesum. Er tað loyvt at sita í nevnd fyri ein almennan stovn, sum man boykottar og harvið undirgrevur?

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag