Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sera lítið vinningsbýti frá fiskivinnuni endar uttanlands

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2021 - 12:13 Leiðarin Politikkur Vinna

Í kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt, hevur verið hugt at trýáraskeiðinum 2016, 2017 og 2018, og roknað saman, hvussu stórur partur vinningsbýtinum í 7 útvaldum vinnum fer til útlendskar partaeigarar. Av hesum 7 kannaðu vinnunum er fiskivinnan tann, ið útlutar minst vinningsbýti til útlendskar partaeigarar.

Kanningin varð presenterað í Degi og viku týskvøldið 16. februar. Teir 7 kannaðu vinnugeirarnir eru alivinna, fiskivinna, fjarskiftisvinna, flutningsvinna, handils- og umvælingarvinna, orkuvinna og peningastovnar.

Ikki óvæntað stendur alivinnan fyri nógv tí mesta vinningsbýtinum, ið fer til útlendskar íleggjarar. Við 1,2 milliard og 6 milliónum rindar alivinnan meira til útlendskar eigarar enn allar hinar 6 vinnugreinirnar tilsamans.

Flutningsvinnan, peningastovnarnir og orkuvinnan liggja umleið tær 200 milliónirnar í vinningsbýti til útlendingar hvør; flutningsvinnan nakað omanfyri og hinar báðar nakað niðanfyri. Handils- og umvælingarvinnurnar gjalda samanlagt 126 milliónir til útlendskar (parta)eigarar.

Niðast av teimum 7 vinnugreinunum finna vit fjarskifti og fiskivinnu, ið útgjalda ávikavist 23 og 20 milliónir í vinningsbýti til útlendskar íleggjarar. Samanlagt útguldu allir 7 vinnubólkarnir knapt 2 milliardir í vinningsbýti, ið fór av landinum, og út av hesum stóð fiskivinnan einans fyri einum einstøkum prosenti.

Aðrastaðni síggja vit, at alivinnan seinastu 5 árini hevur umsett fyri 22,4 milliardir, hevur gjørt íløgur fyri 9,2 milliardir og hevur goldið 2,7 milliardir í vinningsbýti. So tað er púra greitt, at tað mesta av pengunum liggur eftir í Føroyum. 

Og hvat kunnu vit so brúka hetta til?

Jú, tað stendur púra klárt, at har púra opið er fyri útlendskum íleggjarum, sum tað er í alivinnuni, kunnu fyritøkurnar vaksa seg nógv størri, enn um tær einans kundu dúvað upp á føroyskan kapital. Alivinnan er munandi størri enn fiskivinnan í dag.

Í staðin fyri at avmarka útlendska ognarlutin í eini negativt útvaldari vinnugrein, áttu Føroyar heldur at farið hin vegin og givið fiskivinnuni somu sømdir, sum alivinnan hevur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…