Lýsing
Lýsing
Lýsing
Miðjan á lágtrýstinum er á hesari myndini beint yvir Norðurírlandi. | Mynd: EUMETSAT - umvegis Deutche Wetterzentrale

Vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.02.2021 - 13:52 Tíðindi Veðrið

Eitt djúpt lágtrýst fer at flyta seg úr Vesturskotlandi og norður um Føroyar í nátt. Tá ið tað er nærmast við okkum, er tað einar 100 til 150 fjórðingar vestan fyri okkum.

Trýstið í miðjuni fer at vera lágt í nátt – um 956 hPa. Lágtrýstið fer at draga nógva luft til sín av havleiðunum vestan fyri Evropa.

Tað fyrsta vit fara at leggja til merkis, er at ættin seint seinnapartin fer úr suðuri – tað er har sum hon hevur ligið í morgun – og upp í eystan. Vindferðin veksur ikki so nógv; klokkan 20 í kvøld eru enn bert 7 til 12 m/s.

Men eftir tað fer ættin niður ímóti suðuri, vindurin fer at veksa eitt sindur, og tað fer at regna.

Um midnáttarleitið fer at slíta í, og vindurin fer at veksa. Klokkan trý í nátt eru 15 til 20 m/s av suðuri. Fram ímóti morgni kann vindurin væntast at veksa upp í 18 til 23 m/s, og tá er eisini ælaveður.

Gevið gætur, at hetta er miðalvindur. Hvirlurnar er altíð væl harðari, og tá er avgerandi, hvussu ættin er á staðnum.

Vindurin fer ikki at minka fyrr, enn væl er ligið út á seinnapartin í morgin.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…