Lýsing
Lýsing
Lýsing

Síggj heimsmeistaramyndatøkuna, skiparin á ”Ivalo Arctica” hevur tikið

SKRIVAÐ: Dávur Winther, leystliga eftir Søfart  |  21.02.2021 - 21:19 Tíðindi

Her er vinnaramyndin frá tí donsk- og norðurlendsku myndakappingini fyri útisiglarar.

Netblaðið, Søfart, boðar frá, at vinnari í 2020, er skipsførarin, Jóan Jákup Torbjarnarson á ”Ivalo Arctica”.

Heitið á myndini er ”Ivalo Arctica ávegis inn í Kangerlussuaq”. Myndin hevur høga myndagóðsku og er hvøss við góðum litsamansetingum, ið gagna myndini. Tað sjálvsama ljóðið kemur helst frá innlandsísinum inni á botni á fjørðinum, halda myndadómarnir.

Kompositiónin líkist tí klassiska perfekta við speglingum, linjum, forgrund og bakgrund, sigur metingarnevndin.

1.   virðisløn er eitt gávukort á kr. 5.000,-, sum er latið av Den Danske Maritime Fond.

Lagt verður afturat, at aftur í ár hava mangir sjófarar á donskum skipum luttikið við hópin av vøkrum myndum. 46 sjófólk hava sent inn heili 221 myndir til Sea Health & Welfare’s, sum skipar fyri myndakappingini, ið hevur nógv ár á baki – Kappingin hevur verið heilt síðani 1951.

Vinnarin í 2020 var, sum áður sagt, Jóan Jákup Torbjarnarson, sum hesa ferð, myndin varð tikið, eltið leiðirnar, pápi hansara, Torbjørn Jacobsen (borgarstjóri í Runavíkar kommunu) fyrr plagdi at sigla.

https://www.soefart.dk/article/view/778212/se_verdensmesterskuddet_fra_skibsforer_pa_ivalo_arctica?fbclid=IwAR2NJfJ198xG5p0jfP1U4juvkAdkssP3FDRZwHaLYllCNIRJAyvh_g8NTzg 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París