Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gloymið nú ikki sílini

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  24.02.2021 - 15:18 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur kallað tingið saman til orðaskifti um alivinnuna. Tað, sum liggur aftanfyri, er at geva størstu alifyritøkuni loyvi til at fara út frá landi at ala.

Hetta havi eg víst á í fleiri skrivum fyrr – vit eiga at fara út frá landi at ala. Tað er úti frá landi, at okkara møguleikar liggja. Á landi eru eisini møguleikar, men teir eru avmarkaðir, tí tað skulu ovurhonds stór øki til tað. Tað er uppá hægstu tíð, at hugt verður út frá landi.

Vit í Føroyum eru langt afturút í tí partinum av aling av laksi. Treytir við Hetta er skrivað væl vitandi, at tað bert eru stóru feløgini, sum hava møguleikan at fara út frá landi at ala, tí nógvur peningur skal til, og váðin er stórur. Men harafturímóti kann vinningurin eisini gerast góður. Lóggávan sigur, at einki felag ella einstaklingur kann eiga meira enn ½ av samlaðu loyvinum at ala.

So hvørt farið verður út frá landi, eiga feløgini at lata frá sær økir inni við land til onnur og aðra aling og havbúnað. Sílini Sílini hava ongan góðan átt í nógv ár. Hóast tað vóru sílini sum bóru okkum ígjøgnum kreppuna, tá ILA herjaði í alivinnuni.

Síl eru vælsmakkandi fiskur, sum á mangan hátt eru nógv meira robust yvir fyri sjúkum og lýs enn t.d. laksur. Føroysku sílini vóru serliga góð og vælumtókt á marknaðinum. Marknaðurin hevur enn ikki gloymt tey og spyr enn eftir teimun.

Gevið nú sílunum pláss aftur í føroyskari aling! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur