Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein stór villleiðing

SKRIVAÐ: Anna Joensen  |  28.02.2021 - 06:02 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Sjálvt um samkynd í Føroyum nú kunnu giftast, so er stríðið um glíðibreytina so avgjørt ikki av enn, heldur tvørturímóti. Tað er nú vorðið eitt fólkakrav, at tá vit hava sagt A, so eiga vit eisini at siga B. Tey, sum nú eru ímóti homoseksualiteti, verða skírd at vera óetisk, og løgd undir at diskriminera tey samkyndu!

Hvat hevur hetta við rúmligheit og tolsemi at gera? Harnæst kunnu vit minna á, at kirkja og samkomur skuldu haldast uttanfyri, so at hendan lógarbroytingin ikki skuldi taka nøkur rættindi frá øðrum. Skal tað so nú vera óetiskt og diskrimierandi yvir fyri øðrum, at arbeiða politiskt ímóti homoseksualiteti í einum kristnum landi? Hetta hongur ikki saman!

Eiga lógir í etiskum málum ikki eisini at vera objektivar, har hugtøkini verða greitt defineraði? Í øllum øðrum málum er sera umráðandi, at vit í lóggávuni ikki skapa nakran ójavna, har vit samanbera perir við bananir, og blanda tingini saman. Hetta kann føra til ruðuleika, øsing og kjak millum fólk, og samgongukreppur út í tað óendaliga. Tað var júst hetta sum er hendi, tá hjúnabandslógin varð broytt.

Kunnu vit yvirhøvur javnseta hinskynd og samkynd, uppá ein neutralan máta í lóggávuni, soleiðis at tann eini parturin ikki tekur nøkur rættindi frá hinum partinum?

Tað var júst hetta, sum var høvðusargumentið ímóti at broyta hjúnabandslógina, at tað kunnu vit ikki. Hetta er ein glíðibreyt.

Við at javnseta hinskynd og samkynd í hjúnabandslógini kortini, so eru tað nú tey samkyndu sum definera, hvat eitt normalt hjúnaband er. Hendan javnsetingin hevur ikki eydnast serliga væl, við tað at vit nú hava fingið eina  ”ketureaktión”  av avleiðingum á aðrar fylgilógir, sum er ein spiralur uttan nakran enda.

Sannleikin er tann, at hetta er eitt roknistykki, sum ikki gongur upp. Vit hava nú fingið ein ójavna millum hesar báðar bólkarnar, sum verður trupul at lóggeva seg burturúr. Í tí gomlu lógini, var tað tað natúliga hjúnabandið millum mann og kvinnu, sum var í fokus. Tað sum nú er galdandi, er at vit hava parløg, sum kunnu vera hinskynd ella samkynd. Hetta skulu vit nú javnseta við einum ligviðstekni í lóggávuni, sjálvt um vit øll vita, at hesu bæði hugtøkini ikki viga tað sama, og ikki eru samanberulig. Tað hevur einki við diskriminatión at gera, men er sunnur logikkur, at hetta er ikki rættvíst.

Vit hava nú fingið ein latentan spenning millum tveir bólkar í samfelagnum, sum vit ikki kunnu liva við. Broytingin av hjúnabandslógini hevur ikki loyst nakran trupuleika yvirhøvur, men bert gjørt støðuna á økinum enn truplari.

Hinvegin kunnu vit spyrja, hava argumentini sum vóru fyri at broyta hjúnabandslógina hildið stikk? Vit fingu lovað eitt meiri rúmligt og tolsamt samfelag. Hetta fór ikki at taka nøkur rættindi frá øðrum. Vit kundu liva við báðum møguleikunum, um vit bert hildu kirkju og samkomur uttanfyri. Talan skuldi bert verða um borgarligar vígslur av samkyndum pørum. Hetta hevur nú alt víst seg, at vera ein stór villleiðing!

Sannleikin er tann, at broytingin av hjúnabandslógini er eitt skúladømi um vánaligt lógarsmíð, har vit samanbera perir við bananir og blanda tingini saman. Ábyrgdina av hesum eiga tey sum á vári í 2016, atkvøddu fyri, at homoseksuel í Føroyum nú kunnu ”giftast”!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…